Góði løgmaður

Góði løgmaður,

Í dag fingu vit vitjan av tveimum fittum ungum Jehova Vitnum. Vit bjóðaðu teimum innar, men ávaraðu um, at vit altso ikki trúgva uppá Guð. Tískil var vandi fyri, at tær tískil kanska ikki fingu so nógv burturúr at tosa við okkum. Hetta var í lagið við teimum, so vit drukku kaffi saman og prátaðu eina løtu. Onnur undraði seg um, at vit ikki vóru trúgvandi, tí so at siga allir føroyingar eru kristnir. Ja, søgdu vit, vit kenna okkum eitt sindur uttanfyri.

Men hvussu skal ein føla seg heima í sínum egna landi, tá eins løgmaður til dømis sigur (tikið frá aktuelt.fo):

“Tað er ongantíð so týdningarmikið sum nú, at vit verja okkara kristni virði, at vit verja krossmerkið, at vit verja krossin.”

 og

“Vit skula verja okkara kristni virðir so nógv betri, enn nógv av hinum londunum tora og púra standa fast við, at tað, ið vit byggja okkara land upp við, tað eru teimum kristnu virðinum. Og ongum øðrum.”

Vil tað siga, at vit, sum ikki taka undir við, at okkara land skal byggjast á kristin virði, eru óynskt? Kundi tú hugsað tær, at vit fluttu av aftur landinum, júst heimkomin við dýrari útbúgving í sekkinum? Hví heldur tú tað vera í lagið, at útihýsa øllum í okkara samfelag, sum ikki taka undir við júst tíni trúgv? Eg veit fyri vist, at ikki bert gudloysingar, men eisini fólk av øðrum átrúnaðum enn kristnum finnast í Føroyum. Skulu hesi eisini kenna seg óynskt? Kundi tú hugsað tær, at tey øll rýmdu av landinum? Heldur tú, at rætti mátin at vera føroyingur uppá, er at verja ein kross? Tí eg kann gott fortelja tær, at mær dámar ikki, at tú soleiðis fær meg at føla meg sum ein “ikki rættan føroying”.

Veitst tú hvat eg haldi vit skulu verja? Vit skulu verja fólkaræðið. Vit skulu varðveita okkara samkenslu. Vit skulu berja okkara fremmandahatur niður. Vit skulu vera besta land í verðini at búgva í – fyri øll. Hesi virðini eru ikki kristin. Tey eru menniskjanslig.

 

Ása Johannesen, gudloysingur