Góðir roknskapir og hækkandi partabrævakursir

– Órógvin á partabrævamarknaðinum í juni varð í juli avloyst av eini støðugari framgongd.

 

Tað skrivar BankNordik í seinastu útgávu av Markets Update – sum er frásøgn um fíggjarmarknaðin.

 

Bankin skrivar, at framgongdin var serliga galdandi fyri marknaðirnar í USA og Evropa, sum eru á sama støði sum undan órógvinum.

 

– Tó hevur framgongdin verið á einum marknaði við minni umsetningi orsakað av summarfrí hjá íleggjarum, skrivar bankin.

 


Tá amerikanski stórbýurin Detroit fór á húsagang í juli, var tað tann størsti kommunali húsagangurin í amerikanskari søgu.

 

– Tú kundi borið ótta fyri, at órógvin fór at taka seg upp aftur, men tíbetur varð tað ikki so. Heldur vísa hagtølini fyri amerikanska arbeiðs- og bústaðarmarknaðin, at búskapurin er á rættari kós. Eisini búskaparligu lyklatølini fyri Evropa hava verið jalig. Serliga jaligt er, at afturgongdin í Týsklandi fyrr í ár nú er vend til framgongd aftur. Av tí at Týskland er fremsti búskapurin í Evropa, fer ein týsk búskaparframgongd eisini at hava jaliga ávirkan á onnur lond í Evropa, skrivar bankin millum annað í seinastu frásøgnini um fíggjarmarknaðin.