Innlendismálaráðið hevur í skrivi dagfest 24. mars 2014 góðkent broyting í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu.
Tað var í februar 2013, at Tvøroyrar býráð samtykti at fremja broytingar í plankortinum og ásetingunum í byggisamtyktini fyri kommununa.
- Almenna framløgan var frá 25. februar til 19. mars 2013 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og kærufreistin var 9. apríl 2013.
Tvøroyrar kommuna sigur, at tá freistin var úti, var eingin kæra komin, men tó ein viðmerking frá Søvnum Landsins, uttan nakað ítøkiligt broytingaruppskot.
- Talan er um størri og smærri broytingar av plankortinum, sum Innlendismálaráðið nú hevur góðkent sigur kommunan.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu síggjast plankort og annað í hesum sambandi.