Nú nærkast løgtingsvalið, sum verður hósdagin 26.mars.
Tað er umráðandi, at veljarar seta krossin fyri valevnum, sum búgva í teirra lokala øki. Tað er tann lokala røddin á løgtingi, sum skal arbeiða fyri okkum øll og seta viðurskifti her í økinum á breddan í løgtinginum.
Á løgtingsvalinum í des. 2022 valdu fólk í Eysturoynni bert trý valevni úr oynni beinleiðis á ting. Alt ov nógvar atkvøður fóru av oynni. Hetta hevur gjørt, at miðsavnanin í høvuðstaðnum, sum vit ofta hoyra um, er blivin enn størri.
Hetta má ikki henda aftur á løgtingsvalinum 26.mars.
Tað eru nóg mikið av atkvøðum í Eysturoynni til at fleiri eysturoyingar blíva valdir á ting, um veljarar seta kross fyri teimum lokalu valevnunum. Avgerðin liggur hjá hvørjum einstøkum av okkum, og tí telur hvør einasta atkvøða - eisini tín.
Nógv er at fara um í einum vali, men tað eru nøkur stórmál og viðurskifti, sum veruliga eru átrokandi, og sum mugu fáast í rættlag beinaveg.
Her er nakað av tí, sum eg vil arbeiða við á løgtingi komandi valskeið:
- Loysa bústaðartrupulleikan og møguleikar hjá nýggjum sethúsakeyparum
- Lætta fíggjarliga um hjá barnafamiljum
- Fáa landsbúskapin á beint - herundir fíggjarliga haldførið
- Starvsfólkatrotið á eldraøkinum
- Fáa skil á skattaskipan fyri útisiglarar og arbeiðsfólk uttanlands
- Avtaka mótrokninga hjá arbeiðandi pensjónistum og javnseta einligar pensjónistar
- Seta forboð ímóti skíggjanýtslu í skúlunum
- Raðfesta handaligar útbúgvingar
- Viðgerðartrygd
- Lestraríbúðir og ítróttardepil við Miðnám á Kambsdali
- Rundkoyring á Kambsdali fyri at bøta um ferðslutrygdina
- Gøtudalstunnilin
- Fremja grøna orkuskiftið – ferð skal setast á Eysturlund
- Almenn arbeiðspláss skulu staðsetast lokalt
Vónandi fara veljarar í Fuglafirði og onnur eisini á val hetta løgtingsvalið og umhugsa at velja eitt lokalt umboð á ting, sum vil arbeiða fyri at menna og styrkja okkara øki.
Lat okkum standa saman og gera nakað við lokalu umboðanina á løgtingi. Minst til, at tín atkvøða kann verða avgerðandi fyri, at hetta verður veruleiki.
Hendan áheitanin er beinleiðis til tín sum fer á løgtingsval hósdagin 26.mars.
Gott val
X við Sambandsflokkin
X við Eivin Breiðaskarð











