GOG misti sigurin beint undan dystarloki

Óli Mittún og liðfelagarnir fingu bert eitt stig við sær úr Sønderborg

Mynd: IHF

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. Í Sydjysk Sparekasse Skansen høllini í Sønderborg var Sønderjyske mótstøðuliðið.

 

Dysturin endaði við javnleiki 39-39, ið var eitt vónbrot fyri GOG sum hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum. Tá 23 sekund vóru eftir av dystinum hevði Hjalte Lykke lagt GOG á odda 39-38. Men sjey sekund undan dystarloki javnaði Frederik Tilsted fyri heimaliðið, ið kundi stórfegnast um eitt vunnið stig. GOG var á odda 21-17 í steðginum.

 

Óli var næstmest effektivi leikarin hjá GOG, sambært hagtølunum. Óli skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til seks mál (assist). Harumframt vann hann liðnum eitt brotskast. 

 

Frederik Bjerre var aftur framúr fyri GOG í kvøld. Hesaferð skoraði hann heili 13 mál. 

 

GOG er næstfremst í deildini við 18 stigum. Aalborg er langt fremst við 26 stigum fyri 13 dystir. Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus hava 16 stig á fjórða plássinum. 

 

Komandi hósdag klokkan 17.45 fær GOG fína vitjan í Arena Svendborg høllini. Tá kemur katalanska stórliðið, Barcelona á vitjan fyri at spæla dyst í bólki B í Champions League. 

 

 

 

Mynd: IHF