Í kvøld spældu liðini hjá Óla Mittún og Teis Horn Rasmussen, GOG og Ribe-Esbjerg næstseinastu dystirnar í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
GOG tapti á útivølli 30-32 fyri botnliðnum, FC Nordsjællandi. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Óli skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál (assist). Hann vann eisini liðnum tvey brotskøst.
GOG er nummar trý í deildini við 32 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus sum hevur 33 stig. Skanderborg-Aarhus hevur spælt ein dyst færri.
Ribe-Esbjerg vann á heimavølli 31-26 (14-11) á Fredericia.
Nú liðini hava ein dyst eftir at leika í grundspælinum er Ribe-Esbjerg nummar 10 í deildini við 20 stigum. Fredericia er á týðandi áttanda plássinum við 22 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 15 má Ribe-Esbjerg vinna á útivølli móti HØJ. Samstundis mugu teir í Ribe-Esbjerg vóna, at Fredericia á heimavølli tapir fyri Mors, so teir hava møguleikan at røkka áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið.










