Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spældu í kvøld dyst á útivølli í Champions League.
Í Zagreb í Kosovo eydnaðist tað GOG í bólki B at vinna 36-31 á HC Zagreb. GOG spældi sera væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum var liðið av Fjóni greitt á odda 19-11.
Óli var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá GOG.
GOG er á sætta plássinum við fýra stigum fyri fimm dystir.
Stutt er millum dystirnar hjá GOG. Sunnudagin klokkan 14 er heimadystur í Svendborg í bestu donsku deildini. Tá kemur Mors á vitjan hjá GOG.