Going Home er ársins sangur

Í bólkinum popp/rokk

- I'm going home. I'm leaving all my sorrows.

- I'm going home. I'm leaving all my sorrows behind and longing for tomorrow.


Tað munnu vera fáir føroyingar, ið ikki kenna fangandi lagið hjá Marius til vakra sangin Going home. Tí var tað kanska ikki heilt óvæntað, at Marius fyri løtu síðani vann FMA virðislønina fyri besta sang innan popp/rokk fyri Going Home.


Hetta er aðru ferð, at Marius vinnur eina FMA virðisløn fyri besta sang. Til FM 2014 vann bólkurin ársins sang í bólkinum Rock/Málk, Jazz, Blues og Fólk við sanginum Tokan, ið varð spældur saman við Svavar Knútur.


Hinir sangirnir, ið vóru tilnevndir til virðislønina ársins sang innan poo/rock vóru Eagle in the Sky hjá Lenu Andersen, Headed for the Sun hjá Ragnar Finsson, Silvitni hjá Eivør og Sunnukvøld í Mai hjá Danny & The Veetos.