Gongd komin á aftur í Klaksvík

Síðan tað loysnaði í trætuni millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag, og skipini fóru útaftur, er gongd komin á aftur landingarnar í Klaksvík

Fiskivinna

 

Í síðstu viku landaðu snelluskipini, Karlamagnus og Havsbrún í Klaksvík. Teir høvdu ávikavist 30.000 og 33.000 pund av góðum upsa, meginparturin 2’arar og 3’arar, sum er góður fiskur til støddar.

Úr Klaksvík frætta vit, at nakrir útróðrarbátar eisini vóru á floti í síðstu viku. Bátarnir fingu fitt av fiski; teir flestu lógu yvir 100 pund á línuna, og prísurin fyri veiðina var góður.

 

Fimm skip

Í morgun, tá ið vit frættu, lógu fimm skip landingarklár við Kósabrúnna, sum eru komin aftur av túri.

Línuskipið Jákup B hevði 57.000 pund, og trolbátarnir Varðin og Fiskaklettur høvdu ávikavist 40.000 og 35.000 pund hvør.

Ísfiskatrolararnir Borgarin og Navarin landa eisini í Klaksvík í dag, og teir hava eini 290.000 pund tilsamans.

Snellubáturin Karlamagnus, sum landaði í síðstu viku, landar aftur í dag eini 24.000 pund í Klaksvík.

Á Landingarmiðstøðini vænta tey eisini Havsbrún aftur í dag, men óvist er, hvussu gingist hevur hjá teimum hendan túrin.

 

Línuskip í vikuni

Línuskipini Klakkur, Ågot og Froya hava boðað frá landing fríggjadagin í vikuni, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv teir fara at hava inni, tá ið landingardagurin kemur.

Helena, sum eisini roynir við línu, hevur boðað frá landing um eina viku – ella mánadagin í næstu viku.

Vanliga fara fleiri línuskip út í senn. Royndin hjá teimum er neyvt knýtt av streymviðurskiftum, og tí er vanligt, at fleiri skip eisini koma innaftur at landa í senn.