Karsten Hansen
landsstýrismaður
Starvsmannafelagið førir fram, at ongar veruligar samráðingar hava verið millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, og at Fíggjarmálastýrið ongantíð er komið við nøkrum útspæli ella aftursvari. Hetta er ikki rætt. Tað hava verið seks samráðingarfundir. Fíggjarmálastýrið hevur lagt fimm uppskot um loysn fyri felagið, sum tó allar eru avvístar.
Gongdin í samráðingunum hevur annars verið henda:
18. oktober 2000 var fyrsti fundur. Krøvini hjá Starvsmannafelagnum vóru grundleggjandi broytingar í sáttmálanum. Fastir frídagar skulu vera teir somu sum hja øllum øðrum, úrtíðarlønin skal vera 50% og 100%, dekkarin skal flytast 6 flokkar upp, bátsmaðurin 7 flokkar og kokkurin 6 flokkar. Í fyrsta umfari skuldi tað vera leyst av tí, hini feløgini gera, men kortini vildi felagið treyta sær, at teir ikki detta niður ímillum.
Fíggjarmálastýrið førdi fram, at dekkarar hava altíð fingið somu løn, sama ger hvørjum skipi teir hava verið við.
Avtalað varð, at SF skuldi staðfesta munin millum arbeiðið hjá dekkarunum á Brimli samanborið við aðrar dekkarar.
20. oktober 2000 var annar fundur. Onkur misskiljin hevði verið. SF hevði ikki uppfatað tað sum at teir skuldu venda aftur. Teir staðfestu kortini, at til bar ikki at vísa á beinleiðis broytingar. Teir nevndu tó, at arbeiðsuppgávan verður fjølbroyttari ? m.a. størri radius og vandi fyri oljuvanlukkum.
1. november 2000 var triði fundur. Fíggjarmálastýrið førdi fram, at broyting er fyri maskinstjóran. Har eru størri krøv. Fer maskinstjórin upp, má skiparin eisini fara upp. Tað kann kanska verða ført yvir á bátsmannin. Hann skal eisini hava ein dekkara meiri undir sær. Allir dekkarar eru í dag løntir líka ? er dekkarin t.d. á Smyrli ella á Rituni, hevur tað ikki ávirkan á lønina.
Felagið varð spurt, um teir vildu samráðast saman við hinum. Tað kundu teir ikki svarað uppá tá. Teir vildu eisini treyta sær, at úrslitið hongur saman við tí, yvirmenninir fáa.
24. november 2000 var fjórði fundur. Hann var við formenninar í øllum feløgunum, men tað kom ikki nærri nakrari loysn.
27. november 2000 var fimti fundur. Hann var bara við Starvsmannafelagið. Felagnum varð gjørt greitt, at krøvini hjá teimum vóru nøkur og 30%. Lønarhækkingin er millum 8 og 10%, frídagarnir eini 10% og úrtíðin eini 15%. Fíggjarmálastýrið førdi fram, at dekkararnir á Brimli skulu verða flokkaðir sum teir á Tjaldrinum ? eingin broyting. Bátsmaðurin kann koma uppá tal, tí har er ávís leiðsla í. Hini krøvini vórðu avvíst ? tey verða ikki viðgjørd bara fyri Brimil.
Fíggjarmálastýrið spurdi, um støðan ikki var, at til bar ikki at koma víðari. Tað helt Starvsmannafelagið ikki. Teir mugu vita, hvat avtalurnar við yvirmenninar geva, tí samband má vera millum avtalurnar.
2. desember 2000 var sætti fundur við Starvsmannafelagið. Fíggjarmálastýrið kom við uppleggið um at seta manningarnar sum tænastumenn. Starvsmannafelagið segði nei.
16. januar 2001 sendi Fíggjarmálastýrið Starvsmannafelagnum uppskot um at seta starvsmetingarnevnd í sambandi við Brimil. Starvsmannafelagið vísti uppskotinum aftur í skrivi dagfest 17. januar 2001.
19. januar 2001 sendi Fíggjarmálastýrið felagnum uppskot um at velja semingsmann. Í skrivi dagfest 22. januar 2001 boðaði felagið frá, at tað góðtók ikki, at semingsmaður kom inn í myndina.
31. januar 2001 heitti Fíggjarmálastýrið á Starvsmannafelagið at Brimil verður avgreiddur í sambandi við vanligu sáttmálasamráðingarnar. Tað ber í sær, at eingin konflikt verður um Brimil fyri 1. mars.
31. januar 2001 svaraði Starvsmannafelagið, at málið skal verða avgreitt serskilt og kann als ikki verða blandað saman við og verða tikið upp undir vanligu samráðingunum. Tað skal verða loyst fyrst. Teir hava als ikki hug at svara spurninginum um at eingin konflikt verður um Brimil fyri 1. mars 2001.
Eg harmist um, at neyðugt er at leggja uppskot fyri Løgtingið um sáttmálar fyri Brimil, men sum tað sæst av tí, sum stendur omanfyri, sær tað tíverri ikki út til at ber til at røkka eini samráðingarloysn.
Málið hevur skund, tí øll eftirlitstænastan og sjóbjargingin stendur upp á spæl, nú vártíðin nærkast, og aktiviteturin er vaksandi, samstundis sum nógv útlendsk skip nú eru byrjað at fiska aftur í føroyskum sjógvi sambært galdandi fiskiveiðiavtalum fyri 2001. Haraftrat kemur tilbúgvingin á sjónum, sum er ógvuliga skerd, nú Brimil liggur. Skuldi ein oljuvanlukka hent, hevði hetta havt álvarsamar avleiðingar fyri alt landið, nú tilbúgvingin er á so lágum støði sum nú. Tí er altavgerandi, at V&B fæst at virka optimalt aftur nú.