Holte við Bárður Mikkelsen spældi leygardagin dyst í donsku elitudeildini í flogbóli. Dysturin var móti ASV `rhuus, sum verður mett sum eitt av veikaru liðunum í deildini, og uttan stórvegis hóvasták eydnaðist Bárði og teimum at vinna dystin 3-0.
Sjálvur sigur Bárður, at teir í hesum dystunum royndu seg við ymsum uppstillingum við atliti til hálvfinaluna í steypakappingini, har Holte komandi leygardag skal royna seg ímóti DHG Odense.