Gongufelag vitjaði við Tjarnir

Í morgun varð skipað fyri gongutúri niðan til stórhøllina við Tjarnir

Klokkan 10 í morgun skipaði gongufelagið fyri almennum gongutúri niðan til nýggju stórhøllina við Tjarnir.

Gongutúrurin byrjaði við vestara enda á Klingruni og varð gingið eftir Skipagøtu, sum er ein lendisgøta gjøgnum hagan fram við Stórutjørn og niðan til høllina.

Í høllini bjóðaði Regin W. Dalsgaard, stjóri, vælkomin og greiddi eitt sindur frá um høllina. Har var eisini bjóðaður ein drekkamuður og ein køkubiti.

Regin W. Dalsgaard upplýsti, at 100 fólk eru til arbeiðis og at høllin stendur klár um fáar mánaðir – og síðsti í februar verða hondbóltsfinalurnar spældar í høllini, segði hann.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##