Sammy skoraði sigursmálið

Eitt korter undan leikloki skoraði Sammy Skytte sigursmálið, sum ber við sær, at tað er greitt, at HB vinnur bronsukrónurnar í landskappingini

Tað hevur verið sagt og skrivað nógv um HB seinastu dagarnar. Fyrst var søgan, at miðvallarin Hanus Sørensen ikki verður við aftur í ár, tí hann fer av landinum at royna seg.

 

Í gjárkvøldið – á 120 ára stovningardegnum – var hugaliga søgan, at tríggir stuðulsspælarar hava skrivað undir uppá, at teir eisini í 2025 fara at umboða HB. Talan er um málverjan Teitur Matras Gestsson, vongverjan Mathias Voss og álopsspælaran Áka D. Samuelsen, sum var millum teir bestu í kappingini, inntil hann varð skaddur og síðani hevur verið sárliga saknaður.

 

Í dag var mótstøðuliðið í triðsíðsta umfari 07 Vestur í Gundadali. Tað endaði við 1-0 heimasigri. HB hevur nú 55 stig, og tað er greitt, at HB fer at enda á triðja plássi. Undan tveimum teimum síðstu umførunum eru tað átta stig fram til KÍ, og tað eru 11 stig aftur til NSÍ.

 

Tá ið 07 Vestur tapti 1-0 á heimavølli ímóti KÍ, var hugburðurin væl betri, enn hann annars hevur verið síðstu tíðina, og soleiðis var tað aftur í dag. Vágamenn vardu málleysa javnleikin, og tað var um reppið at eydnast.

 

Einasta málið skoraði HB, tá ið tað restaði eitt korter. Málskjútti var miðvallarin Sam Skytte, sum var innskiftur beinanvegin eftir steðgin. Hetta var fjórða málið hjá honum, og hetta var fyrstu ferð, at hann var málskjútti síðani 2. juni, tá ið HB vann 3-2 á útivølli ímóti NSÍ.

 

Sam Skytte hevur leingi verið illa darvaður av skaða. Í 2-2 grannauppgerðini ímóti B36 sunnudagin varð hann fyri fyrstu ferð síðani 10. august á HB liðnum. Tá varð hann skiftur inn, tá ið tað restaðu 17 minuttir. Í dag varð hann skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, tá ið hann avloysti Noah Mnenéy, og í dag átti hann avgerandi málið.

 

Tað var eftir upplegg frá Áka D. Samuelsen, sum eisini varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin. Hetta var fyrsta ferðin síðani 5. august, at Áki D. Samuelsen var á besta HB liðnum.