Gongur bara skeivan vegin hjá fiskivinnuni í Suðuroy

At vit nú skulu noyðast at at gevast at arbeiða á miðdegi hósdagin er avgjørt eitt stig tann skeiva vegin, siga virkisleiðarar í Suðuroy

Útflutningur av fiski

? At Smyril framskundar fráferðina úr Suðuroy hósdagar, er eitt stórt bakkast fyri fiskavirkini, sum útflyta fesk fløk.
Tað eru virkisleiðarar í Suðuroy samdir um.
Bjarni Hansen, virkisleiðari á Fiskavirking á Tvøroyri sigur, at umstøðurnar at virka feskan fisk í Suðuroy, eru nú so truplar, at Fiskavirking á Tvøroyri arbeiðir við at leggja framleiðsluna fyri ein stóran part, um til at útflyta fryst.
Magnus Jespersen, stjóri á Delta, sigur, at tað gongur bara skeivan vegin og at tað avgjørt er eitt bakkast, at virkini nú skulu noyðast at gevast at arbeiða á miðdegi hósdag. Hann sigur, at tað verður truplari og truplari hjá feskfiskavirkjunum at arbeiða.

Kappingarførið versnar
Eisini Rógvi Reinert, stjóri á flakavirkinum í Hvalba, sigur, at hetta er avgjørt eitt stig tann skeiva vegin.
?Hetta ger, at framleiðslutíðin verður tað styttri. Onkur vildi kanska sagt, at tað ber til at heinta tað innaftur í hinum endanum og byrja eitt sindur fyrr. Men so koma vit inn í yvirtíð, sum er nógv dýrari fyri virkið.
?Alt í alt er hetta tískil eitt stórt afturstig fyri kappingarførið hjá virkjunum.
Hann hevur ikki kannað ferðaætlanina út í æsir, men skal hetta eisini føra við sær, at fiskurin kemur at liggja longri og bíða, er hetta eisini eitt afturstig fyri dygdina.
?Førir hetta, at fráferðirnar eru framskundaðar, ikki eisini við sær, at keypararnir fáa fiskin eitt sindur fyrr, verður fiskurin tað eldri og tað er ikki fremjandi fyri dygdina, sigur Rógvi Reinert.