Gongur einki á Amager

Hans Jørgensen, Erling Jacobsen, Amed Davy Sylla og Páll Klettskarð vóru allir í byrjunaruppstillingini, tá FC Amager tapti fyri Herfølge seinnapartin Tað gongur einki á Amager í løtuni. Felagið hjá Toda Jónsson er í stórum fíggjarligum trupulleikum, og seinnapartin taptu teir fyrsta landskappingardystin í nýggja árinum, tá Herfølge vitjaði.

Við føroysku unglingunum Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Páll Klettskarð, og fyrrverandi ÍF og B36-framherjanum Amed Davy Sylla, í byrjunaruppstillingini, skuldi FC Amager royna at lyfta seg úr botninum. Tað eydnaðist ikki. Herfølge vann 2-1, eftir at gestirnir vóru á odda við einum móti ongum í steðginum.

- Vit kundu ikki byrja í sterkastu uppstilling, og fleiri av teimum ungu fingu møguleikan. Teir stóðu seg eisini væl. Hans Jørgensen gjørdi smá mistøk, men royndist samanumtikið væl. Erling Jacobsen spældi eisini væl. Stórt rós til liðið, sum hevði betri uppiborið, sigur Julian Hansen, hjálparavenjari, við heimasíðuna hjá FC Amager.

Felagið liggur í løtuni til niðurflyting, eitt stig frá bjargingini.