Gongur einki við málskjótingini

Eftir eina strúkandi byrjan við fýra málum í sjey dystum fyri nýggja felag sítt, maltesiska Birkirkara FC, hevur Amed Davy Sylla fingið beinini niður á jørðina aftur. Seinnapartin í dag var tað fjórði dysturin upp í slag, har fílabeinsstrandingurin ikki var millum málskjúttarnar. Felag hansara vann greiðan 4-0 sigur á Hamrun, og fyrrverandi B36-framherjin var útskiftur í seinna hálvleiki. Sylla er higartil skrásettur fyri fýra mál í 11 dystum fyri Birkirkara. Fyri B36 leikti hann í alt 64 dystir og skjeyt 34 mál.