Eyðkennið fyri flestu róðrarnar á Ólavsøku var, at sigrarnir vóru rættuliga sannførandi. Í kappingini millum 6-mannafør við monnum var Gongurólvur frammi í oddinum alla tíðina, og Gongurólvur staðfesti við sigrinum fyrsta FM heitið síðani í 1996. Á pappírinum kundi Gongurólvur missa FM heitið á Ólavsøku, sum longu eftir Vestanstevnuna var undir borðinum, men í veruleikanum bar tað ikki til.
Gongurólvir verður ynskt hjartaliga tillukku við FM heitinum.
Kappingin var sera tøtt, og tað vóru fleiri um boðið. Spenningur var um, hvussu Strálan, sum á Vestanstevnu kom so at siga burturúr ongum og vann og tískil lá mitt í feltinum á Havnarvág, fór at standa seg. Strálan fekk einki serligan start, og Strálan tapti tøttu kappingina um fjórða plássið við Sølmund.
Gongurólvur fekk sera harða kapping frá meistarunum í 2004, Sundabátinum, og eisini Jarnbardi, sum fyrr í summar hevur givið Gongurólvi ein skarpan gang. Framvið Molanum tóktist tað sum um, at allir tríggir bátarnir eina løtu lógu stavn um stavn. Men Gongurólvur var stinnastur í endaspurtinum. Teir vóru skutin undan Sundabátinum, sum aftur var skutin undan Jarnbardi.
Góði ólavsøkuróðurin hjá Sundabátinum bar við sær, at teir í FM kappingini vunnu bronsumerkini frammanfyri Sølmund.
Gongurólvur vann einasta FM heitið á mannfólkasíðuni til Havnina. Í Havnar Róðrarfelag eru tey sera væl nøgt við avrikið hjá Gongurólvi, og tað verður roknað við, at ungu garparnir næstu árini fara at vera við til at lyfta felagið fram til nýggjar sigrar. Kanska onkrir teirra longu næsta ár fara at vera við til at manna Havnarbátin.