Tað gongur væl við arbeiðinum at byggja svimjihylin í Nólsoy, sum Ove Joensen, sáli, lovaði børnunum í bygdini.
Herfyri skrivaði vit, at peningur til byggingina kom frá Ovastevnunum. Tað er tó rætt, men fall tó nøkrum av teimum, ið skipaðu fyri stuðulstiltøkum síðst í áttatiárunum, fyri bróstið.
Vert er at nevna, at sera stórur partur av peninginum til svimjihylin í Nólsoy er fingin til vega við stuðulstiltøkum, sum m.a. Birgir og Joannes Andreassen skipaðu fyri síðst í áttatiárunum. Teir mannaðu nevndina tá.
Talan er um eini 2 milliónir.
Ovastevnan
Ein av limunum í núverandi nevnd fyri svimjihylin, Hilmar Joensen, sigur, at hann kennir ikki neyvu tølini, men Ovastavnan gevur millum 50. 000 og 100.000 krónur hvørt ár.
Í fjør gav hon meira enn nakrantíð, eini 80-90.000 krónur.
Hann sigur, at stuðulstiltøkini í áttatiárunum góvu millum 1 1/2 og 2 milliónir. Ovastevnan hevur verið í eini 5 ár og hevur givið eini 300.000 krónur.
Afturvendandi
Hilmar Joensen sigur, at hóast kommunan yvirtekur raksturin, tá svimjihylurin er liðugur, so dettur ovastevnan ikki niðurfyri.
- Ætlanin er, at hon skal vera afturvendandi tiltak og geva íkast til raksturin, sigur Hilmar, tí tað kann vera tungt hjá lítlari kommunu at reka svimjihyl.
Hilmar sigur, at longu í upplegginum til arkitektarnar var lagt soleiðis tilrættis, at bygging og rakstur gjørdust so ódyr, sum gjørligt.
Tilfarið inni er næstan viðlíkahalds frítt. Hylurin er 6 metrar breiður og 16 langur. Hann er ikki so djúpur, tí dýrt er at halda hann heitan.
Ætlananin er at hava eitt el-teppi at breiða yvir hylin, fyri at halda hann heitan, tá hann ikki er í nýtslu.