Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum vita tey seinnapartin í dag at siga, at tá dagurin í dag er av, eru fleiri enn 1300 heilsu-og røktarstarvsfólk koppsett.
Hetta svarar til, at umleið 2,5 prosent av øllum føroyingum nú eru koppsettir. Lagt verður aftrat, at í gjár vórðu 364 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum.
- Mánadagin kemur onnur sendingin við koppingarevni, og við verandi gongd hevur Sjúkrahúsverkið koppsett fleiri enn 2500 fólk, tá næsta vika er runnin, verður lagt aftrat.