Gongur væl hjá Claus Bech Jørgensen


Claus Bech Jørgensen, sum hevur familjubond í Føroyum, er komin á liðið hjá Bradford. Claus byrjaði inni fyri fyrstu ferð í enska felagnum, tá Bradford vann 3-1 á Portsmouth um vikuskiftið.
Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Claus Bech Jørgensen í Bradford, sum í fjør flutti niður úr ensku Premier League. Áðrenn spældi hann við Bournemouth í ensku aðru deild.
Tað hevur tó ikki gingið eftir vil hjá Bradford, tí liðið liggur á 17. plássi. Tað er tó eingin loyna, at felagið miðar eftir at flyta uppaftur. Eingin spáddi liðnum nakran møguleika at standa seg í Premier League, men tað eydnaðist teimum at spæla í bestu deildini í tvey kappingarár.
Claus Bech Jørgensen spældi allan dystin leygardagin, og úrslitið var gott. Portsmouth legði seg framum, men Bradford svaraði aftur.
Tað má sigast, at hálvi føroyingurin hevur fingið navnframar liðfelagar. Eitt nú Lee Sharpe, sum hevur spælt við Manchester United og á enska landsliðnum, skoraði leygardagin. Vónandi fær Claus fleiri dystir í Bradford.