info
Ongi úrslit

Tað ridlar undir býráðssamgonguni í Havn

Sum skilst er Javnaðarflokkurin á veg úr samgonguni, sum ynskir Fólkaflokkin í staðin

Eirikur Lindenskov
23. apríl 2026 kl. 10:12

Tað ridlar eftir øllum at døma álvarsliga undir meirilutanum í Tórshavnar býráð. Sum skilst er ringt arbeiðslag millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, og tað frættist, at Fólkaflokkurin er spurdur um at koma upp í samgonguna.

– Eg havi onga viðmerking, sigur Høgni Vilhelmsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, tá vit spurdu hann um hesi tíðindi.

Og tá soleiðis verður svarað, so plagar tað á politikaramáli at merkja, at okkurt er um snakkið. Tí annars eru politikarar skjótir at avsanna.

Men Høgni Vilhelmsen sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar, men at hann hevur hoyrt ymsar søgur.

– Og eg havi ikki tosað við Elsu Berg um hetta málið, sigur hann.

Spurdur um hann hevur tosað við onkran annar úr samgonguni í Tórshavnar býráð sigur hann bara, at hann tosar við nógv fólk, og at hann hevur hoyrt fleiri søgur, men hevur ongar viðmerkingar til tær.

Vit hava ringt til borgarstjóran nakrar ferðir, men hon er upptikin og fær ikki tikið telefonina, sigur hon.

Eingin annar býráðslimur, vit hava tosað við, vil siga nakað ítøkiligt, uttan tað, at tey hava hoyrt okkurt. Men í prátið millum fólk, sum kenna til býráðsarbeiðið í Havn, skilst á øllum brøgdum, at arbeiðslagið ikki er av tí besta.

Og tað gjørdist greitt eftir seinasta býráðsfund, at kynkur er í samstarvinum millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Borgarstjórin hevði í síðstu løtu sett málið um 250 lestraríbúðir við Heygsvegin á skrá, uttan at aðrir býráðslimir vistu av tí. Og undir býráðsfundinum - áðrenn komið var til málið á skránni – sendi Tjóðveldi út tíðindaskriv við mynd av forkvinnuni í Tjóðveldi, Sirið Stenberg, og borgarstjóranum í Havn, Elsu Berg, á økinum, har ætlanir eru um at byggja hesar íbúðir. Tá fleyt yvir hjá fleiri býráðslimum og ikki minst hjá Heðini Mortensen úr Javnaðarflokkinum, sum átalaði hetta harðliga á býráðsfundinum. Hetta var fáar dagar undan løgtingsvalinum.

Dagin eftir býráðsfundin sendi Javnaðarflokkurin í býráðnum út tíðindaskriv, har millum annað varð sagt soleiðis:

Nú er Tjóðveldi í miðlunum fyri at kanna sær bitan og allan heiðurin, við forkvinnuni og borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu á odda. Hetta er ein ódámlig framferð, tí eingin flokkur kemur nakran veg uttan samstarv við aðrar flokkar.

Í Javnaðarflokkinum eru vit fegin um, at eisini politikarar úr øðrum flokkum enn Javnaðarflokkinum vilja, at høvuðsstaðurin fær 250 nýggjar bústaðir til lærlingar og lesandi.

Forkvinnan í Tjóðveldi og borgarstjórin í Tórshavnar býráð nevna í teirra agitatión Stórhøllina við Tjarnir.

Undir leiðslu Javnaðarfloksins í Tórshavnar býráð, við Heðini Mortensen, borgarstjóra, bleiv stórhøllin við Tjarnir bygd.

Fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, útvegaði fitt av fígging til verkætlanina, og uttan hesa fígging høvdu vit neyvan komið á mál.

Vert er at nevna, at sitandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu atkvøddi ímóti at byggja høllina.

Við Javnaðarflokkinum á odda fært tú úrslit, heldur enn heita luft. Tí eigur tú at velja Javnaðarflokkin.

Lesið eisini: Javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráð - 250 lestraríbúðir afturat

Og aftur í gjár komu ákoyringar frá Javnaðarflokkinum móti Tjóðveldi í Tórshavnar býráð. Hesaferð var tað Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum, sum loysti frá posabandinum um útstykking í Kollafirði, har hann heldur, at Tjóðveldi av órøttum tekur sær heiðurin einsamalt.

Undir yvirskriftini »Tjóðveldi fer lætt um sannleikan«, skrivar hann millum annað:

Tá ið Tjóðveldi seinastu tíðina hevur brúkt nógva orku uppá at skriva og lýst við myndum bústaðarætlanirnar í Kollafirði, má eg tíverri staðfesta, at talan bert er um heita luft.

Tá ið Tjóðveldi seinastu tíðina hevur brúkt nógva orku uppá at skriva og lýst við myndum bústaðarætlanirnar í Kollafirði, má eg tíverri staðfesta, at talan bert er um heita luft, ið hvørvir líka skjótt burtur, tí tað er IKKI RÆTT at hesi viðurskiftir eru komin á mál, ella samtykt, tvørtur ímóti.

.... Eg fari at heita á Tjóðveldi um at taka annað skinn um bak, taka seg saman og vísa ábyrgd fyri tí áliti, ið veljarin hevur givið flokkinum.

Allar avtalur, ið kommunan hevur gjørt, skula haldast, og má minsta treyt verða, at tað ið Tjóveldi ber fram fyri borgarinum er fakta.

Lesið eisini: Tjóðveldið fer lætt um sannleikan

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Umfatandi álop: Bumburnar regna yvir Kyiv í nátt

1 tími síðan
Tíðindi

Heiðraðar fyri 25 ára starvsdagar

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann liðið hjá Teis á Benfica (European League)

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Ongland og Spania vunnu

4 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í stórum tangaskipi út fyri russiskum frítíðarbýi

4 tímar síðan
Tíðindi

Kvinna er við vit eftir miseydnaða avrætting

4 tímar síðan
Tíðindi

Adrian settist aftur av flogræðslu

5 tímar síðan
Tíðindi

Ronaldo biður um umbering eftir brádliga fráferð úr Danmark

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Torir Fólkaflokkurin ikki at handla, tá tað kemur til stykkis?

6 tímar síðan
Tíðindi

Vindmyllur í Norðsjónum sæddar úr rúmdini

6 tímar síðan
Tíðindi

Petur Mohr Reinert gevur barnabók út

7 tímar síðan
Tíðindi

Tú kanst ganga til film eins væl og til fótbólt

7 tímar síðan