Flogbóltur
Felagið, ið teir báðir føroyingarnir leika við, er annars eitt tað mest siðvanda flogbóltsfelagið í Danmark, men í ár hevur tað ikki gingið eins gott og vanligt. Av hesi orsøk noyddust Bárður og Ragnar saman við liðfeløgum sínum at spæla í sonevnda kvalifikatiónsbólkinum til elitudeildina. Í hesum bólki eru seks lið, og tvey teirra koma víðari. Í løtuni liggur Holte á odda ájavnt í stigum við Hvidovre á øðrum plássi, men Hvidovre hevur spælt ein dyst færri.
Ragnar ikki við í føroyingaruppgerð
Ragnar í Haraldsstovu hevur í løtuni trupulleikar við rygginum, og tískil hevur hann ikki vant og spælt við í seinastuni, men vónandi verður hann skjótt tøkur aftur.
Í teldubrævi úr Danmark sigur Bárður Mikkelsen, at tað gekk heilt væl í báðum dystunum. Tann fyrri var ímóti Rosenlund Volley úr Skovlunde, og har vann Holte ein tryggan 3-0 sigur. Settúrslitini vóru 25-21, 25-20 og 25-14!
Seinni dysturin var ímóti Amager VK við føroyinginum Jóhann Nielsen á liðnum. Hetta var mett sum ein truplari uppgáva, tí Amager hevði vunnið tveir teir seinastu dystirnar, og vóru teir tískil fullir av sjálvsáliti udnan dystinum móti Holte. Liðini fylgdust fyri tað mesta í hesum dystinum, men tá ið Holte setti ferð á spælið hjá sær, megnaði Amagar ikki at halda tørn, greiðir Bárður frá úr Danmark. Holte vann dystin 3-1, og nú verður sæð fram til næsta dystin. Hann er um einar tvær vikur, og tá eru tað oddaliðini bæði í bólkinum, Holte og Hvidovre, ið dystast í Hvidovre, so tá verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer.
Støðan í bólkinum hjá Holte:
KVTScoreP
1Holte IF65117-510
2Hvidovre V K55015-610
3Bedsted KFUM64213-98
4Rosenlund Volley62411-124
5Amager VK7259-164
6ASV Århus6061-180