Mánadagin 30. oktober vórðu nýggju bygningarnir, sum hava staðið í gerð í Vatnsoyrum, handaðir leguhúsinum Zarepta.
Arbeiðið við at seta bygningarnar upp byrjaði tann 24. august, og nú eru bygningarnir innilokaðir.
Arbeiðið hevur tikið góðar tveir mánaðir og hevur gingið eftir ætlan.
- Arbeiði fevnir um bygning við spælihøll, kørmum, brúsurúmum v.m. og ein bygning við svimjihyli. Bygningarnir eru samanbundnir, og allir innveggir eru nú settir upp eins og allar trappur innan.
Av Zarepta verður sagt, at ein partur av arbeiðnum er gjørt sjálvboðið.
- Eitt nú er fundamentið til bygningarnar stoypt við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og eisini hevur verið hjálpt til við at tekja. Allir, sum hava arbeitt við byggingini, hava fingið innivist og mat á Zarepta.
Eftir er nú at gera bygningarnar lidnar innan. Ætlandi verður hetta arbeiðið gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi.
- Hesir báðir bygningarnir telja samanlagt stívliga 2.300 fermetrar. Haraftrat kemur uttanumøkið, sum verður innrættað til eini 100 nýggj parkeringspláss umframt pláss til tríggjar bussar, siga tey á Zarepta í Vatnsoyrum.