Gongur væl at selja til G!

Líkt er til, at stórur áhugi er fyri festivalunum, sum verða endurtiknir í summar.

Líkt er til, at stórur áhugi er fyri festivalunum, sum verða endurtiknir í summar.

 

Hjá G! Festivalinum, sum nú fer undir sítt trettanda ár og verður í Gøtu í døgunum, 17., 18. og 19. juli, hevur sølan higartil gingið óføra væl.

 

Jón Tyril sigur, at nógv atgongumerki longu eru seld.

 

- Vit høvdu upplatingardag fyri sølu av atgongumerkjum hin 23. november, og henda dagin seldu vit 300 atgongumerki eftir hálvum øðrum tíma.

 

Hann sigur, at sølan til jólar gekk eisini rættiliga væl, og nógv atgongumerki vórðu seld.

 

- Tað hevur víst seg, at forsøla av atgongumerkjum veksur ár undan ári, sigur hann.

 

Jón Tyril leggur aftrat, at prísurin fyri atgongumerki á G! hækkar aftur hin 3. februar, og tað vísir seg, at nógv keypa sær atgongumerki undan hvørjari príshækking.

 

Enn hevur G! Festivalurin ikki avdúkað nøkur tónleikanøvn, men tá hesin mánaðurin fer at halla, verða tey fyrstu nøvnini kunngjørd.

 

Jón sigur, at G! Festivalurin soleiðis fer at kunngera nøkur nøvn seinni í januar.

 

- Jú, vit halda, at hetta teknar seg væl, og fólk kunnu bíða í spenningi eftir, hvussu skráin fyri G! Festivalin fer at síggja út í ár, sigur Jón Tyril.

 

Seinni í kvøld kemur eisini grein á in.fo um Sørvágs Country-og Bluesfestival.