Tað boðar ES-nevndin frá í dag.
Størsta bótin, 460 milliónir evrur, er givin, tí Google sambært ES ólógliga hevur givið egnum tænastum fyrimun í leitingunum. Tað snýr seg millum annað um tænastur sum Google Flights og Google Hotels, ið hava fingið betri sýnileika enn kappingarneytar í leitiúrslitunum.
Harumframt hevur Google fingið eina bót upp á 430 milliónir evrur, tí fyritøkan sambært ES hevur forðað appmennarum í at bjóða brúkarum ókeypis appir uttan um Google Play.
– Við hesi avgerðini tryggja vit størri kapping og geva øðrum fyritøkum betri møguleikar at menna nýggjar tænastur, sigur ES-nevndarlimurin við ábyrgd av tøknimálum, Henna Virkkunen.
Sambært ES er hetta størsta bótin, sum higartil er givin fyri brot á Digital Markets Act (DMA) – ES-lógina, sum skal tryggja rættvísari kapping á talgilda marknaðinum.
Google hevur higartil ikki alment svarað upp á avgerðina.










