Gosfjall ger vart við seg

Gosfjallið Mount St. Helens, sum er ímillum býirnar Seatlle og Portland í útnyrðingspartinum av USA, er farið at gera vart við seg.

Gjáranáttina var ein lítil jarðskjálvti í økinum, og stutt eftir sendi gosfjallið royk og dust einar tíggju til tólv kilometrar upp í luftina, og jarðfrøðingarnir á University of Washington søgdu í gjár, at teir vænta eitt rættiligt gos úr Mount St. Helens hvørja løtu. Ætlanin var at kanna gosfjallið nærri í gjár, um tað lat seg gera.

Mount St. Helens hevur gjørt vart við seg av og á síðani seinasta heyst, eftir at jarðfrøðingarnir høvdu staðfest eitt ótal av veikum jarðskjálvtum tætt við gosfjallið.