Gospelfestivalur fyri øll í oktober

Í oktober verður aftur ein roynd gjørd at skipa fyri Suðuroyar Gospelfestivali, har øll eru vælkomin at taka lut. Tað eru Jens Knudsen og hansara gospelkór, ið millum onnur hevur Guðrun Sólju við, ið eru berandi megin handan tiltakið

Í fjør datt ætlanin um ein Gospelfestival í Suðuroynni niðurfyri, men nú verður enn ein roynd gjørd at fáa tiltakið á føtur.
                 Jens Knudsen er fyrireikari og sigur hann, at festivalurin er fyri øll, uttan mun til hvar í landinum ein býr og uttan mun til fortreytir.
                 Talan er um gospel og ein festival, har fólk úr øllum landinum kunnu hittast at syngja gospel í eitt vikuskifti. Gospel kemur úr USA, men eisini føroyingar kunnu syngja gospel. Men í faldara um festivalin verður ávarað um, at gospel smittar og hevur longu breitt seg um Evropa og stóran part av Føroyum.
                 Frá fríggjadegi 24. oktober og til sunnudag 26. oktober er ætlanin at lata fagnaðin breiða seg og hava ein gospelfestival, ið koyrir við fullari megi.
                 Eini 11 sangir verða vandir og so endar tiltakið við einum braki, eini stórari gallakonsert. Har fara tónleikarar frá Det Fynske Musikkonservatorium at leika undir. Solistar á festivalinum verða bæði føroyingar og danir.
                 Eisini er ein blandað guðstænasta/gospelkonsert partur av leygardagsskránni.
                 Fyrireikarin, Jens Knudsen, vónar, at tiltakið verður eitt afturvendandi tiltak.
 
Syng við Guðrun Sólju
Alt er gjørt til reiðar, so fólk kunnu koma til Suðuroyar at syngja gospel í oktober í skúlanum í Trongisvági.
                 Tilmeldingarseðil sæst í blaðnum í dag. Hann skal sendast til Suðuroyar Gospelfestival við Jens Knudsen, FO-800 Tvøroyri. Luttøkugjald kann gjaldast á konto í Føroya Sparikassa.
                 Seinasta freist at tekna seg er 15. september.
                 Ein treyt er, at konsertbúnin er svartur. Soviposi skal havast við. Annars er alt til reiðar: sovast kann í skúlanum og ein kann krossa av, hvat ein vil gjalda fyri, t.d. gisting, mat og so framvegis. Fasta luttøkugjaldið er 200 krónur og er tað munandi minni, enn upprunaliga upphæddin, sum arbeitt var við í fjør.
                 Jens Knudsen leiðir Suðuroyar Gospelkór, sum eisini kemur at verða partur av festivalinum. Kendasti luttakarin teirra millum er helst Guðrun Sólja Jacobsen, sum er ein av grundstuðlunum í kórinum. Hon verður ætlandi ein av solistunum á festivalinum.
                 Jens Knudsen er tónleikalærari og setti á stovn Suðuroyar Gospelkór og eigur eisini hugskotið til Suðuroyar Gospelfestival. Hann undirvísur í messingi, klaveri og  stjórnar Tvøroyrar Hornorkestri. Hann hevur kór á Miðnámsskúlanum og er leiðari fyri Musikkskúlan í oynni.
                 Hann er at hitta á telefon 223053, um ein vil frætta nærri. Eisini ber til at vitja heimasíðuna www.sgf.fo, har kunnað verður um festivalin, ein kann tekna seg og har sæst eisini, hvussu mong hava teknað seg.