Hundraðtals føroyingar nýttu høvið at fara á fyrsta gospeltúrin nakrantíð í mai mánaði í fjør.
Leiðslan á Smyril Line og fyrireikararnir mettu seinni, at hesin túrurin var ov góður til bert at skula verða ta einu ferðina. Gospeltúrurin var snøgt sagt komin fyri at verða.
Í eina tíð hava so fyrireikingar verið gjørdar til at endurtaka henda væl umtókta túrin, og nú er dagur settur á: Tá Norrøna leggur frá landið hósdagin 4. mai byrjar samstundis gospeltúrur nr. 2.
Aftur hesaferð kunnu fyrireikararnir bjóða teimum ferðandi ein hóp av góðum og vælkendum gospeltónum sum fara at seta sín dám umborð á flaggskipi okkara.
- Vit hava lagt okkum eftir at fáa eitt breitt úrval av føroyskum gospeltónleiki við. Og eg haldi eisini, at her er avgjørt nakað fyri øll og fyri allar aldursbólkar, sigur ein av fyrireikarunum, Sigrið Sivertsen.
Dentur verður lagdur á, at fólk eiga at tekna seg sum skjótast. Royndirnar frá í fjør vísa greitt, at tá gospeltúrurin byrjaði var einki kamar at fáa umborð.
Líkt er eisini til,at fólk vísa tiltakinum áhuga, tí longu nú eru fleiri kømur seld.
Sangur og gykl
Saman við Sigrið hava Ásbjørn Berthelsen og Eirikur Skála fyrireikað innihaldið á hesum serstaka túrinum.
Við á ferðini verða bæði einstaklingar og bólkar: Proclaim sum eru ungir mans úr Heimamissiónini, og Ecclesia sum var og er virkin sangbólkur úr Klaksvík. Tey flestu kennast helst við lagið Siglir tú lívsins ein sangur sum enn er at hoyra í kvøðuljómunum til sjófólkið í útvarpinum.
Umframt hesar bólkar verður eisini Heini Lutzen og Magni Christiansen við, umframt kendu songkvinnuna Sigrid Rasmussen.
Fyri tey sum eisini hava áhuga í øðrum slagi av undirhaldi, fer gyklarin Rógvi Dam av Argjum at hava fleiri framførslur hesar dagarnar umborð á Norrønu.
Kendir tónleikarar
Norrøna leggur sum nevnt frá landi í Havn hósdagin 4. mai og kemur aftur á Havnina tíðliga mánamorgunin.
Á ferðini verður eitt ríkt høvið hjá teimum ferðandi at hoyra gospeltónleik í ymiskum útgávum og undir ymiskum framførslum.
Eitt sokallað skipsorkestur verður eisini við, og fara teir at spæla undir hjá Magna Christiansen, eins og teir verða við til tey serstøku Syngið Við-tiltøkini.
Somu menn fara eisini at verða við, tá jam session verður á skránni um kvøldarnar, har bæði tónleikarar og sangarar kunnu sleppa framat einum ljóðføri og eini mikrofon um áhugi er fyri tí.
Her er ikki talan um nýbyrjarar í føroyskum tónleiki, tí hesir teljast millum teir frægu av okkara egnu. Millum tónleikarar á ferðini eru so kend nøvn sum Ólavur Øster og Jákup Zachariassen.
Barnatiltak
Tá ein fer slíkar túrar er neyðugt at hugsa um allar aldursbólkar. Og tað hava fyrireikararnir eisini gjørt.
Sum nakað spildurnýtt er ætlanin at hava eitt serstakt workshop fyri børn umborð. Hetta fer Sigrið Sivertsen at taka sær av.
Ætlanin er at savna øll tey áhugaðu børnini til sangvenjing, og síðani er ætlanin at tey skulu syngja við fleiri av tiltøkunum umborð.
Sigrið er longu í ferð við at fyrireika seg til hetta workshoppið, og ynskir tí at fáa tey ferðandi at siga frá, um børn teirra hava áhuga í at syngja í tí serstaka Norrønu-kórinum og hvønn aldur tey hava. Hetta kann gerast við at ringja til Sigrið (tlf. 210736/510736).
- Eg gleði meg øgiligt til at hitta hesi børnini. Og eg vóni, at tey verða mong í tali, so at vit kunnu fáa eitt stórt og gott barnakór, sigur Sigrið.