Ågot gjøgnum Prins Christianssund

- Løtan umborð verður feiðrað við nýbakaðum bollum og kakao, sigur kokkurin umborð á Ågot.

Tað var hin 22. apríl, at kombineraða línu-og garnaskipið Ågot fór av Klaksvík og setti kós móti Grønlandi. Í dag skriva vit 28. apríl, og tá tað frættist frá manningini fyri einum tíma síðan, vóru teir staddir í Prins Christianssundi.

 

Mikkjal Pauli Lamhauge hevur fyri góðum tíma síðan lagt myndir út á Facebook og sigur, at teir nú sigla gjøgnum Prins Christianssund í allar besta veðri, meðan stormur herjar suðuri á Kappanum.

 

Kokkurin umborð, Símun í Vátutoft, hevur eisini latið við seg koma á sínari Facebook-síðu um somu tíð sum Mikkjal Pauli Lamhauge.

 

Símun í Vátutoft sigur, at Ågot stevnir móti Ilullissat (Jakobshavn), har teir skulu taka ímóti fiski frá grønlendskum útróðrarmonnum.

 

- Løtan umborð verður feiðrað við nýbakaðum bollum og kakao, sigur kokkurin umborð á Ågot, sum eisini í fjør var nógvar mánaðir í Grønlandi og tók ímóti svartkalva.