Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens eru nú á gylta áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Horsens vann í kvøld í Forum í Horsens 34-28 á Bjerringbro. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Maria legði eitt gott avrik fyri dagin. Hon skoraði fimm mál, legði upp til fýra mál (assist), og hon vann eisini liðnum tvey brotskøst.
Horsens hevur 10 stig á áttanda plássinum.
Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á útivølli 29-30 (14-16) fyri Viborg, ið mátti klára seg uttan Janu Mittún.
Rakul bjargaði trimum av 18 málroyndum. Tó var talan um eina brotskastsbjarging. Kappingarneytin, Stephanie Christensen bjargaði fimm av 16 málroyndum.
Ringkøbing er triðaftast í deildini við sjey stigum.
Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ taptu á heimavølli 32-28 (18-22) fyri Keypmannahavn.
HØJ er fjórðaftast í deildini við átta stigum.











