Tá Harry Benjaminsen og hansara menn í LÍF leygardagin sóu manningina, sum KÍ kom við á heimavøllin í Klaksvík mundu teir rokna við stórari mótstøðu og ivaleyst vera nøgdir, um teir fingu javnleik og harvið eitt stig.
Millum spælararnar hjá KÍ vóru Jóannes Jakobsen, venjarin hjá KÍ, Niclas Niclasen, sum er ein av ungu monnunum, ið trýstir á fyri at sleppa á besta liðið, og so Jan Joensen, miðvallarveteranurin.
Uppgerðin var jøvn, og ferðin var høg og spælið ikki av leið, tá hugsað verður um, at tað var í fyrsta umfarinum.
Tað kom bara eitt mál, og tað fekk LÍF, sum harvið fór við øllum stigunum um fjørðin. Pólverjin hjá LÍF, Tomek Resel, skoraði, tá 25 minuttir vóru farnir. Eftir langt innkast kom bólturin út frá aftur í vinstru, og skotið fór inn um John William Joensen í KÍ málinum.
Í 2. hálvleiki leikaði fleiri ferðir nógv á frammanfyri málið hjá LÍF. Trygvi Olsen, sum býr í Leirvík og er komin frá NSÍ, stóð sum ein brandur og syrgdi fyri at halda málið reint, t.d. tá hann frágera væl bjargaði langskoti frá Jan Joensen.
LÍF hevði onkur snarálop, og tað var um reppið, at Jonhard Høgnesen og Kristian Eliasen fingu mál.
Leygardagin sleppur LÍF aftur at royna seg móti einum felag, sum eisini hevur lið í bestu deildini, tí tá kemur B36 á vitjan í Leirvík. Klaksvíkingar skulu norður á Mølina á Eiði.