Føroyskir íðkarar úr feløgunum Treysti, Bragdinum og Hvirluni gjørdu veruliga vart við seg um vikuskiftið, tá tey luttóku í íslendsku innandurakappingini Stórmót IR í Reykjavík.
Ikki kann sigast annað enn at tað regnaði við nýggjum metum, tí ikki færri enn tjúgu innanduramet vórðu sett hesar báðar dagarnar. Tað skrivar Frælsur Ítróttur Føroya á síni heimasíðu.
Tað var serliga leygardagin, at íðkararnir gjørdu vart við seg, tá íðkararnir gjørdu eitt søguligt hál upp á 15 nýggj met, men eisini sunnudagin gekst væl, tá fimm nýggj met vórðu sett.
Harumframt eydnaðist tað føroyingum at vinna tíggju gull, níggju silvur og fjúrtan bronsuheiðursmerkir.
Í longdarlopi hjá kvinnum setti Birita Ryan úr Treysti nýtt met, tá hon í kapping fyri gentur 14 ár betraði um gamla metið á 4.40 metrar við fyrst á leypa 4.49 og síðani 4.59.
Nýggja føroyska metið helt tó ikki serliga leingi, tí seinni á degnum luttók Margit W. Fríðmundsdóttir í kappingini fyri gentur 16-17 ár, har hon ikki færri enn tríggjar ferðir setti nýtt met. Fyrst leyp hon 4,75, síðani 4,81 og at enda 4,93 metrar. Harvið betraði hon um innandura metið við meira enn einum hálvum metri.
Tað var ikki einasta metið, ið Margit Weihe Fríðmundsdóttir. Hon royndi seg nevniliga eisini í 200 metrar renning hjá kvinnum, har hon setti nýtt met við tíðini 27,53 sekund.
Harumframt betraði hon tríggjar ferðir um metið í trístøkk hjá kvinnum, ið frammanundan kappingini var 10,27 metrar. Fyrst setti hon met við 10,31 og 10,32, men var tað bara upphiting til seinasta lopið, tá hon leyp heilar 10,49 metrar og betraði harvið munandi um gamla metið.
Í hæddarlopum hjá kvinnum varð nýtt føroyskt met eisini sett fleiri ferðir. Har vóru tað Bára Jógvansdóttir Glerfoss og Hervør Niclasen, ið skiftust um at seta nýggj met. Hervør Niclasen setti fyrst nýggj met við at hoppa 1,44 metrar og 1,47 metrar, men í seinastu royndini eydnaðist tað Báru Jógvansdóttir at hoppa tríggjar sentimetrar hægri og seta nýtt met á 1,50 metrar.
Næsta metið at fella var tað hjá kvinnum í 60 metrar renning. Gamla metið var 8,51 sekund, men tað betraði 15 ára gamla Elisabet Holm Simonsen, tá hon rann teinin upp á 8,50 sekund. Men eins og við flest øðrum metum hendan dagin, so stóð metið ikki serliga leingi. Fyrst setti Hildur Poulsen nýtt met, tá hon rann teinin upp á 8,49 sekund, men bert løtu seinni eydnaðist tað Aldu Sigurðardóttir Lamhauge at betra munandi um metið við at renna teir 60 metrarnir upp á 8,41 sekund.
Í 1500 metrar renning hjá kvinnum var tað aldrin nakar ivi um, at Rebekka Fuglø fór at vinna gull, men komin á málstrikuna kundi hon eisini fegnast um, at hon hevði sett nýtt føroyskt met við tíðini 4.36,19 sekund, ið samstundis er næstbesta tíðin í danska kongaríkinum í 2019.
Harumframt megnaði Rebekka Fuglø eisini at seta nýtt met á 400 metrar, tá hon rann teinin á 2.14,23 sekund og betraði um gamla metið við einum hálvum sekundi.
Í 400 metrar renning hjá kvinnum var tað 14 ára gamla Oddvør Josephsen, ið setti nýtt met við tíðini 60,83 sekund, ið er hálvt sekund skjótari enn gamla metið.
Einasta mannfólk, ið setti met um vikuskiftið, var 17 ára gamli Tórur Mortensen, ið setti nýtt met í trístøkk, tá tá hann leyp 14,45 metrar, og betraði um føroyska metið við 40 sentimetrum.
Frælsur Ítróttur Føroya hevur gjørt hetta yvirlitið yvir heiðursmerkjavinnarar um vikuskiftið.
Gull:
Rebekka Fuglø, 800 m
Elin Niclasen, kúluvarp
Maria Biskopstø, 800 m
Elin Kristina Ryan, 3.000 m
Tórur Mortensen, trístøkk
Rebekka Fuglø, 1.500 m
Oddvør Josephsen, 800 m
Maria Biskopstø, 1.500 m
Vibeka Sivertsen, 600 m
Julian Gregersen, 1.500 m
Silvur:
Oddvør Josephsen, 400 m
Miso Buha, longdarlop
Andreas Bjarnastein Antoft, hæddarlop
Hans Sivertsen, 400 m
Gunnar Sivertsen, 3.000 m
Óluva Allansdóttir Joensen, kúluvarp
Bára Jógvansdóttir Glerfoss, hæddarlop
Hans Sivertsen, 800 m
Gunnar Sivertsen, 1.500 m
Bronsa:
Hans Erland Thomsen, 200 m
Hans Erland Thomsen, longdarlop
Miso Buha, kúluvarp
Andreas Bjarnastein Antoft, 200 m
Steintór Egholm, 400 m
Rúni Seloy, 400 m
Birita Ryan, longdarlop
Hervør Niclasen, hæddarlop
Elisabet Holm Simonsen, 60 m
Jan Elmar Sørensen, 1.500 m
Hans Erland Thomsen, 600 m
Andreas Bjarnastein Antoft, 60 m
Andreas Bjarnastein Antoft, longdarlop
Sára Debesardóttir, trístøkk

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya
Gott heiðursmerkjahál í Reykjavík

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya