Gott ár hjá Kaupthing

2004 varð besta árið hjá Kaupthing Føroyar higartil

Roknskapur

Hetta sigur felagið í tíðindaskrivi, sum varð sent miðlunum mánadagin.
Úrslitið áðrenn skatt var 5.272 tkr., meðan úrslitið eftir skatt var 4.236 tkr. Hetta svarar til eina renting av eginpeninginum á 32%.
Úrslitið av fíggjarpostum gjørdist 16.382 tkr. - ein hækking á 40% í mun til undanfarna ár. Samlaðu útreiðslurnar vóru 11.410 tkr. Tað er ein hækking á 21% í mun til 2003.
Fíggjarstøðan javnvigar við 21.053 tkr. Við ársenda 2004 var eginognin 17.615 tkr. og solvensurin var 119% í mun til minstakravið, sum er 8%.
- 2004 royndist væl og vit eru nøgd við úrslitið, men vit hava ætlanir um at víðka virksemi okkara meira og at náa enn betur úrslitum, sigur Peter Holm, stjóri.
Fyri lánsbrævaeigarar gjørdist 2004 nøktandi, og eisini partabrøv, serliga norðurlendsk, stóðu seg væl í 2004, annað ári á rað. Ognirnar, sum Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F umsitir fyri føroyskar kundar eru vaksnar við umleið 10% í 2004. Felagið umsitur ognir fyri umleið 1,2 milliardir kr.
Eitt munandi íkast til raksturin hjá Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F í 2004 var vinnutænasta. Í 2004 hevur Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F millum annað verið ráðgevi í sambandi við munandi keyp av fyritøkum. Eisini hevur Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F skipað fyri størri kapitalhækkingum.
Í mai 2004 byrjaði Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F at bjóða fram útlán til føroyskar fyritøkur. Hetta hevur gingið væl. Við ársenda 2004 hevði Kaupthing-samtakið útlán fyri umleið 500 milliónir kr. í Føroyum.
Aðalfundurin í Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F var hildin 8. mars 2005 og á fundinum varð nevndin broytt nakað. Í nevndini sita nú: Sigurður Einarsson, formaður, Jógvan Páll Lassen, Johnie Brøgger og Anfinnur Olsen.