Gott várveður í væntu

Ein hátrýstsryggur millum Ísland og Noreg heldur brúgvaløgunum sunnan fyri Føroyar.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, turt og sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðing og eystri, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar, um náttina yvirhøvur skýggjað og kanska vátaslettings- ella kavaæl í støðum. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av eystanætt, 5 til 10 m/s, sum um náttina makar nakað. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst við vátaslettingi. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 6 stig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 3 til 8  m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig.