Veðrið í dag, sunnudagin, sambært veðurstovuni DMI.
Tað verður eitt lot av eystri og landnyrðingi, 3-8 m/s, sum seinni snarar í ein norðan.
Tað verður samdrigið og turt, men sólin fer eisini at síggja.
Hitin fer at liggja millum 12 og 15 stig. Um kvøldið lækkar hann niður í 10 stig.