Gott verjuspæl var avgerandi fyri VÍF

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá hvonnliðnum hjá VÍF taka samanum 21-15 sigurin á útivølli ímóti Kyndli.

VÍF vann oddadystin í hvonndeildini ímóti Kyndli í stórhøllinni á Hálsi rættiliga trygt 21-15 (12-8).

 

Sambært høvuðsvenjaranum hjá VÍF, Inga Olsen var tað sera týðandi, at verjan hjá VÍF stóð seg so væl. Samstundis sum verjan avrikaði væl vaks sjálvsálitið hjá VÍF-spælarunum. Ingi Olsen vil eisini framhevja Kristinu Graksaite í málinum, sum stóð sera væl í dag, og eisini bjargaði brotskøstum.

 

Fyri nøkrum døgum síðani tá VÍF tapti 29-32 ímóti Kyndli royndi VÍF seg við einari 5-1 verju, og tað høvdu vestmannakvinnur lært av til dystin í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Inga Olsen aftaná 21-15 sigurin hjá VÌF á Kyndli.

 

Norðuri í Klaksvík vann Stjørnan 31-18 (17-12) á StÍF.