Grá litbrigdi tryggjaðu sigurin

Stílingar hjá vinnandi bólkinum vóru gjørdar út frá temanum ’50 shades of grey’.

Style Jam var fyri aðru ferð um vikuskiftið í Reinsarínum í Havn, har 12 kreativ fólk kappaðust í trimum bólkum um at gera tær bestu stílingarnar.

 

Vinnarin av Style Jam 2018 gjørdist bólkurin ’The Shades’ og teirra stílingar vóru gjørdar út frá temanum ’50 shades of grey’. Tey hava vunnið 20.000 kr frá Vinnuframa og ráðgeving frá Hugskotinum, til at menna eitt hugskot. Somuleiðis sleppa tey at gera mótamyndir til blaðið HON í Sosialinum.

 

Dómararnir vóru Jóhanna av Steinum, designari, Vivi Egholm, Framtak, og Siri Sørensen, mótastylist og mettu tær at The Shades var vinnandi bólkurin, tí tey høvdu skapt áhugaverdar og øðrvísi silhuettir úr burðardyggum tilfari og samsvaraðu kreatiónirnar væl við teirra tema.

 

Vinnandi berinetið

Út yvir at stíla 5 sett, har 5 pløgg ella tilhoyri var gjørt á staðnum, fingu bólkarnir eina eyka uppgávu hetta vikuskiftið. Eyka uppgávan var at gera eitt øðrvísi berinet til Á handlarnar, so brúkarin kann gera burðardygg innkeyp í Á handlunum. Allir bólkarnir kom við einum uppskoti hvør og var tað eisini bólkurin ’The Shades’ sum fór avstað við sigrinum. Hesaferð var grundgevingin, at tey høvdu megnað at gjørt eitt tíðarhóskandi berinet, sum er øðrvísi í sniði og somuleiðis úr burðardyggum tilfari, og sum dómararnir mettu, fólk fóru at brúka.

 

Tey sum mannaðu bólkin ’The Shades’ vóru: Ragnhild Joensen, Sólvá Vang, Jóhanna Nolsøe Johannesen og Kai Arzdorf.

 

Tað eru Sýran Design við Katrinu í Geil, nýskapanarhúsið Hugskotið og Siri Sørensen, mótastylist, sum eru fyriskiparar av Style Jam og vóru Á handlarnir høvuðsstuðlar til Style Jam 2018. Style Jam leggur dent á burðardygga klædnavinnu og er við til at menna klædna- og mótavinnuna í Føroyum. Hetta verður millum annað gjørt við at leggja upp til tvørfakligt samstarv og soleiðis koma við øðrvísi loysnum og hugskotum.

 

Myndir: Kai Arzdorf/PI PERFORMANCE PHOTOGRAPHY