Grøn reingerð ? hví ikki?

At kalla hvørja ferð, ein kemur inn í ein stóran handil, gerst ein ovfarin av tí stóra útboð av sápum, luktilsi, kosmetik og øðrum, ið finst. Nøgdin av tílíkum vørum, er tey seinastu árini vaksin ógvuliga nógv, m.a. tí, at fleiri klædnamerki hava teirra egna deodorant, fugtighedskrem og luktilsi.

Gullbrandur Olsen



Alt hetta er ikki bert til kvinnur, men vit menn verða eisini ávirkaðir. Tað er næstan einki mark fyri hvørjar lokkandi eginleikar vit kunnu keypa okkum við at lukta væl.

Tað er tó ikki bert í bólkinum innan luktilsi, at vit verða ávirkað.

Leikur, viskuleður, klæði ? alt skal lukta ? og vaski- og reingerðarútgerð er eitt luktikapittul fyri seg. Jú vit liva í eini tíð, har angi og luktur hava alstóran týdning.

Ah, tað luktar so reint

Frá barni av læra vit, at skal nakað vera reint, so skal tað lukta ella dufta. Tí føla vit okkum væl, tá uppvaskið luktar av cirtón, bæðihandkløð av duftum úr fjarskotnum londum, wc av eukalyptus o.sfr.

Øllum hesum er fyri so vítt einki galið í. Men trupulleikin er, at hesin vani ? at alt skal lukta ? er so fastgrógvin í okkum, at hann heldur okkum aftur í at fara yvir til meira umhvørvisvinarliga reingerð. Og hetta, hóast vit fullvæl vita, at náttúran harðliga hevur brúk fyri, at vit broyta vanar.

Í Føroyum verða hvønn dag leiddar stórar nøgdir av reingerðarevni út á sjógv. Kanningar vísa, at nógv av hesum reingerðarevnum eru ógvuliga vandamikil fyri náttúruna.

Tey flestu reingerðarevni eru, í størri ella minni mun, ring fyri nátturuna, og tí er av størsta týdningi, at vit vanda okkum væl um hvørji evni, vit nýta, og sjálvandi hevur nøgdin eisini stóran týdning.

Tað finst í dag ein reingerðarháttur, sum er at kalla ein lítil kollvelting innan reingerð. Ein háttur, har so gott sum slepst undan at brúka sápu til reingerð. Ein háttur, sum á ymsum økjum ger betri reint enn sápa, og sum í øllum førum er betri fyri umhvørvið. Hátturin er reingerð við klútum, ið eru gjørdir av tí, ið nevnt verður »microfibre«.

Hvat er mikrofibre?

Nútíðar tøkni ger tað gjørligt at framleiða ómetaliga tunnar traðrir av polyester og polyamid. Samstundis er tað gjørligt at geva traðrunum eina stóra bleyta yvirflatu við at klúgva teir. Og at enda kunnu traðrirnir skerast soleiðis, at endarnir gerast spískir, og soleiðis koma meira í dýpdina.

Ein klútur gjørdur av slíkum mikrofibrum arbeiðir við tveimum grundleggjandi kreftum frá fysikkini: Statisk elektricitet og kappillarkraften.

Tá klúturin er turrur ger hann statisk elektricitet, sum ger, at skitturin bindur seg til klútin, og tá klúturin er vátur, syrgir kapillarkraftin fyri, at skitturin verður sogin upp í klútin.

Tað riggar

Í Danmark eru kanningar gjørdar av nøkrum av teimum mikrofiberklútunum, sum í dag eru á marknaðinum. Sum vantað, so er stórur munur á góðskuni á hesum klútum. Bara nøkur fá merki, vóru hildin at vera góð, meðan onnur vóru vánalig. Sum brúkari, má ein tí syrgja fyri at keypa teir klútar, ið eru góðir.

Teir bestu klútarnir halda tað, teir lova. Teir mugu sjálvandi brúkast á rættan hátt, og tað krevur, at reingerðingsvanarnir verða lagdir um. Tí er tað av størsta týdningi, at ein verður upplærdur í, hvussu klútarnir skulu brúkast.

Hevur ein lært at brúka klútarnar á rættan hátt, sæst, at klútarnir eru ótrúliga góðir. Klútarnir kunnu nýtast til at kalla alla vanliga reingerð.

Bilin, komfyrin, bakarovnin, gólv, veggir, rútar, spegl o. sfr.

Hetta bara við einum klúti og eitt sindur av vatni.

Eisini eru klútar til kropsreingerð, og eru teir sera væl egnaðir til fólk, ið hava ovurviðkvæmi.

Heilt umganga sápu kann ein tó ikki, og tað finnast góðar umhvørvisvinarligar sápur, ið kunnu nýtast saman við hesum reingerðarhátti.


Stórar sparingar

Utrokningar vísa, at sparast kunnu um 90% av vatni, og um 85% av reingerðingsevni, við at skifta til reingerð við mikrofiberklútum, so bara av teirri grund eru útreiðslurnar til at skifta til hesa reingerð skjótt spardar aftur. Harafturat kemur, at tað er bæði skjótari og lættari at gera reint við hesum klútum, og klútarnir kunnu nýtast aftur og aftur ? kunnu vaskast einar 4-500 ferðir.

Tað er tí ikki longur neyðugt at nýta eina rúgvu av vandamiklum reingerðarevnum til vanliga reingerð.

Øll vanlig sethús, stovnar, skúlar, barnagarðar, vøggustovur, o. sfr kunnu í dag haldast rein stórt sæð uttan brúk av sápu.

Og tað tekur ikki langa tíð at venja seg við, at ein sjálvandi kann liva uttan, at tað luktar av salmiak, klor og luktilsi.

Ein av teimum fyritøkum, sum selur hesar klútar er danska fyritøkan Biosol


APS

Nevnast kann, at Biosol APS er limur í donsku deildini av »www.verdensnaturfonden«.