Carl Jóhan Jensen, Reykjavík
-----------------------------
Vinstri-grøni flokkurin ella Vinstrihreyfingin grænt framboð, sum flokkurin eitur á íslendskum, er eitt av mongum úrslitum av skjótt aldarlongum rembingum á vinstraveinginum í íslendskum politikki. Borgarligi ella høgravongurin hevur, sum nevnt í greinini um Sjálfstæðisflokkinn, evnað at staðið saman um tann flokkin og hóast okkurt brotið av og á er klovnað frá, so hevur tað ikki ørkymlað eindina nevnivert.
Á vinstraveinginum hevur spjaðing hinvegin valdað tað mesta av tjúgundu øld. Flokkar og fylkingar, misvíðgongd avbrigdi av sosialismu, tóku seg upp og sigu niður aftur í gloymskuna í slíkum tali, at tú krevur at vera meira enn kønur í politisku søgu Íslands til at halda skil á teimum.
Í fýrsárunum og langt inn í hálvfemsárini vóru, umframt ymiskt ovurróttøkt smákras (trotskistar, maoistar o.s.frv) tríggir ymiskir flokkar vinstrumegin miðjuna í íslendskum politikki: AlÞýðuflokkur (javnaðarflokkurin), AlÞýðubandalagið (sosialistaflokkurin) og Kvennalisti (kvinnulistin). Allir hesir flokkar lógu í alsamt harðari stríði við seg sjálvar og hinar vinstriflokkarnar, sum sjálvandi styrkti miðjuna, Framsóknarflokkinn, og ikki minst høgraveingin Sjálfstæðisflokkinn.
Í 1998 tóku partar av AlÞýðubandalaginu, Kvennalisti og AlÞýðuflokkurinn seg saman um at stovna ein nýggjan sosialdemokratiskan flokk: Samfylkinguna. Fleiri tingfólk hjá AlÞýðubandalaginu vóru tó illa foreint við hetta samstarvið og stovnaðu annan flokk Vinstri-hreyfinguna grænt framboð. Flokkurin stillaði fyrstu ferð upp til Altingsval í 1999.
Tær politisku áherðslurnar hjá flokkinum eru nøkulunda tær somu sum hjá øðrum norðurlendskum sosialistaflokkum, eitt Sosialistisk venstreparti í Noreg og Sosialistisk Folkeparti í Danmark, men flokkurin hevur eisini tikið upp fleiri av stevnumiðunum hjá teimum sokallaðu grønu flokkunum í Evropa, eitt nú Die Grünen í Týsklandi.
Umhvørvi og stórídnaður
Blaðmaðurin hitti næstformannin í Vinstri-grøna flokkinum, Katrín Jakobsdóttir, á tingfloksskrivstovuni við Vonarstræti ein vátaslettingskaldan miðvikumorgun. Katrín er 30 ára gomul, hevur meistaraprógv í íslendskum. Hon hevur verið virkin í Vinstri-Grøna flokkinum síðani 2002 og er, sýnast flest at vera á einum máli um, millum áhugaverdastu nýkomingar í íslendskum politikki.
Blaðmaðurin legði fyri við at spyrja, hvørji mál flokkurin serliga leggur dent á í valstríðnum upp undir komandi Altingsval.
Katrín Jakobsdóttir: Umhvørvið, sjálvandi. Tískil vilja vit eisini hava ein steðg í stórídnaðarútbyggingina í landinum, ið ikki altíð er líka væl umhugsað. Tíbetur er líkt til, at nettupp umhvørvið, náttúruvernd og stórídnaður verða tey stóru málini í hesum valstríðnum. Fyri smáum trimum vikum síðani var t.d. fólkaatkvøða í Hafnafirði um eina ætlan at víðka aluminiumsverksmiðjuna har. Meiriluti var ímóti ætlanini. Hetta hevur rættiliga fingið spurningin um stórídnaðin fram í ljósmálan. Ikki bara í Hafnarfirði, men eisini aðrastaðni um landið, eitt nú í Húsavík, verður dúgliga kjakast um aluminiumsverksmiðjur og stórídnað. Og tað er einki at taka seg aftur í, at vit, Vinstri-grønu, hava fingið viðstreym og fleiri og fleiri halda við okkum um umhvørvið og náttúruvernd.
Tú sigur at tit vilja steðga á við stórídnaðarútbyggingini, men er slík útbygging ikki í roynd og veru til gagns fyri íslendska búskapin og íslendska samfelagið sum heild?
- Í fyrsta lagið er eingin náttúruverndarskipan gjørd, eingin heildarætlan er heldur um, hvussu orkan skal nýtast, sum í umbúna er at framleiða. Tvørturímóti hevur lagið verið tað, at kemur onkur stórfyritøka og sigur, hygg, vit ætla at byggja eina verksmiðju, men okkum vantar orku, so flúgva myndugleikarnir upp í vong og leypa út í stórar verkætlanir. Eins og t.d. á Eysturlandinum, tá ið farið varð undir at gera Kárahnjúkabyrgingina. Tann ætlanin fekk sera vánalig ummæli frá serfrøðingum. Hetta var eitt dýrt og hartil ólagaligt tiltak, tí Kárahnjúkaverkætlanin var eitt stórt inntriv í eitt viðkvæmt umhvørvi. Kortini var farið gleiðbeint avstað. Uttan mál og mið. Vit halda hinvegin, at ein framtíðarætlan má vera tøk, áðrenn farið verður víðari. Vit siga sostatt ikki, at eingin aluminiumsverksmiðja skal byggjast aftur. Vit halda bert, at nú eiga vit at steðga á eitt sindur og gera okkum hugmyndir um, hvat vit vilja í frameftir, um vit eiga at halda fram at byggja aluminiumsverksmiðjur óendaliga ella um vit skulu hugsa um aðrar ídnaðarmøguleikar eisini. Fyri okkara viðkomandi leggja vit dent á, at hugsað eigur at vera betur um, hvat slag av orkuútbygging, ið farið verður undir. Kárahnjúkabyrgingin hevur sum sagt gjørt stórt rov í náttúruna og har er komin ein bládjúpur pollur innanfyri. Í staðin eiga loysnir at verða valdar, sum órógva náttúruna minst møguligt. Hinvegin er eisini ein búskaparlig vídd í hesum. Tann stórídnaðaruppbygging, sum fram er farin tey seinastu árini, hevur havt ovvøkstur við sær í samfelagnum. Virðisminkingin (inflation) hevur verið stór, eini 7-8 prosent um árið. Somuleiðis er rentustigið høgt, fólk rinda millum 15 og 25 prosent í rentu av brúkslánum (t.d. sokallaðum yvirdráttarlánum, sum eru rættiliga vanlig í Íslandi). Og smáar fyritøkur t.d., tær fáa yvirhøvur bert stuttfreistað lán við høgari rentu. Tað er ikki óvanligt at slíkar fyritøkur mugu gjalda 15 prosent í rentu av lánum, við afturgjaldingartíð upp á seks ár. Tað sigur seg sjálvt, at fólk aftrað seg við at fara undir vinnurakstur upp á slík kor, við so høgum fíggingarkostnaði. Nú er tíð upp á at finna ráð til at tálma ovvøksrinum, miðvíst royna at steðga virðisminkingini (inflation) og lækka rentuna.
Og tað gerst við at steðga stórídnaðaruppbyggingini?
- Stórídnaðarútbyggingin er, ið hvussu er, høvuðsatvoldin í, at búskapurin tembist út. Tað boðar heldur ikki frá góðum, at samfelagið sum er rindar fyri alla vælferðarskipanina við skatti, sum ríkiskassin fær av ovvøkstrinum. Lønarskatturin er lækkaður, gamaní, men stjórnin roknar við at fáa munaverdar inntøkur til tað almenna ístaðin við at skattleggja ovvøksturin, t.e. við at áleggja nýtslugjøld av ymsum slag. Ilt er kortini at vita, hvussu hesi gjøldini fara ávirka. Tey kunnu líka skjótt minka um nýtsluna í samfelagnum og tað so nógv, at búskapurin, sum vit siga, lendir harðliga ella fær eitt bakkast. Væntast kann í øllum førum, at tað verða tung tøk hjá komandi stjórn, at halda skil á búskapinum, um ovvøksturin, ið nú er, bráðkólnar og inntøkurnar hjá ríkiskassanum av nýtslugjøldum minkar samsvarandi, lønarskattin hava teir jú longu lækkað.
Vælferð og skattur
Eg skilji á lagnum, at umframt umhvørvið og náttúrvernd, seta tit vælferðina ovarlaga?
- Ja, tað gera vit. Vælferðin er eitt hjartamál og vit hava ampa av tí ójavna, sum er í samfelagnum. Hann bara stendur við og veksur. Stórbroytingar eru sum kunnugt hendar í íslendska samfelagnum tey seinnu árini. Summi eru vorðin steinrík. Onnur eru við sviðusoð. Vit hava t.d. funnist at skattabroytingunum hjá sitandi stjórn. Hesar broytingarnar hava gjørt, at tey, sum eru lakast fyri, framhaldandi rinda sama skatt, meðan tey ríku afturímóti rinda minni í skatti. Tak eitt nú, hvussu fíggjarognarvinningur (t.e. rentuinntøkur, virðisbrævaágóði o.s.fr.) verður skattaður. Skattur av slíkum vinningi er sum er 10 prosent. Ein ávísur partur fólkinum, nógv tann ríkasti, hevur burturav inntøkur av fíggjarogn. Hesin samfelagsbólkurin rindar sostatt bara hesi 10 prosent í skatti og einki meira, heldur ikki kommunuskatt, meðan avlamisfólk noyðast at gjalda 37 prosent av pensjónini hjá sær.
Er tó ikki eitt sokallað skattloysismark, sum ger at láglønt bert rinda skatt av einum upp á seg lítlum parti av sínum inntøkum?
- Jú, men skattloysismarkið er 70.000 ísl. kr.um mánaðin og er ikki hækkað í hesum valskeiðinum. Nú skattloysismarkið hækkast upp í 120.000 til 150.000 ísl. kr., men tað er enn undir láginntøkumarkinum, so bæði eldri og avlamisfólk t.d. verða framhaldandi skattað av sínum inntøkum.
Fátækt og tannheilsa
Men er vælferðin ikki á rímiliga høgum stigi í Íslandi kortini, sammett við onnur lond her um vegir?
- Ein kanning, sum varð almannakunngjørd herfyri vísir, at nøkur túsund børn í Íslandi mugu metast at vera fátæk.
Hvat meinar tú við fátæk?
- Eg meini við børn úr heimum, ið hava inntøkur, sum eru undir einum tilskilaðum fátæktarmarki. Hesi børn luttaka ikki í frítíðarvirksemi, av tí at tað kostar, men hvaðna verri er, at mong børn ikki fáa líkinda tannrøkt, tí ráðini ikki eru til tað. Vinstri-grøni flokkurin hevur skotið upp, at tannlæknaviðgerð verður ókeypis fyri børn og ung eins og hon var heilt fram til 1998, tá ið skipanin varð avtikin. Av kappingarávum. Ókeypis tannlæknaviðgerð fyri børn og ung samsvaraði ikki við kappingarlóggávuna. Avleiðingin er, at tannheilsan hjá børnum og ungum nú liggur í koli. Hetta eru greiðar ábendingarnar, at mismunurin veksur.
Útlendingar og innflytarakjak
Nú hevur Frjálslyndi flokkurin (Frælslynti flokkurin) tikið útlendingaspurningin upp í valstríðnum og vil eftir øllum at døma fáa tiltøk framd til at avmarka talið av íslendingum, sum koma til Íslands. Hvat siga tit um tað?
- Slíkum taka vit sjálvandi als ikki undir við. Teir standa nú eisini eitt sindur einsamallir við sínum sjónarmiðum. Fyri okkara part hava vit lítlan hug, álvaratos, at leggja okkum út í eitt kjak, sum skilliga ber brá av rasismu. Eftir okkara tykki ræður um at taka væl ímóti teimum, ið koma higar. Tak stórídnaðaruppbyggingina. Nógvir útlendingar eru komnir higar at arbeiða í sambandi við hana. Innflytarar hava t.d. bygt Kárahnjúka-byrgingina. Vit íslendingar hava sjálv skapað ein eftirspurning eftir arbeiðsmegi í øllum vinnugreinum, tí ber ikki annað til enn at taka væl ímóti teimum, sum leita sær higar at arbeiða. Kortini hevur svíkur verið í nógvastaðni. Eitt nú hava innflytarar ikki fingið nóg góða undirvísing í íslendskum. Í øðrum norðurlondum t.d. Svøríki og Danmark fáa innflytarar tilboð um 2000 undirvísingartímar í ávikavist svenskum og donskum, her fáa teir 150 tímar í íslendskum. Og so gevur fólk ilt av sær og klaga um, at avgreiðslufólk í handlum og á matstovum ikki duga nóg væl íslendskt.
Men útlendingar, sum koma higar, dvølja helst ikki longur enn teir hava arbeiði?
- Tað er ymiskt. Tey, sum komu at arbeiða á Kárahnjúkum t.d., tey verða eyðvitað ikki verandi. Men tey eru nú mong, ið setast niður her í longri tíðarskeið, eitt nú fólk, sum fær arbeiði í tænastuvinnu her í høvuðsstaðarøkinum.
Hava myndugleikarnir nakran politikk á útlendingaøkinum yvirhøvur?
- EBS-sáttmálin ásetur, at fólk frítt kann flyta millum ES og EBS-lond. Serliga eru nógvir póllendingar komnir higar undanfarin ár, men eisini fólk úr øðrum ES-londum. Reglur eru sjálvandi í gildi um hesi viðurskiftini, tær eru ásettar í sambandi við EBS-sáttmálan, men útlendingar hava kortini ikki altíð fingið ta móttøku her, sum teir áttu, og lítið hevur verið hugsað um, hvussu tey kunnu laga seg til íslendsk viðurskifti. Stjórnin legði herfyri fram ein politikk á økinum, men hann var ikki betur útgreindur enn so, at hann lættliga rúmdist einari blaðsíðu. Hinvegin er eitt Aljóðahús her í Reykjavík, sum tað almenna stendur fyri. Hagar kunnu innflytarar fara at biðja um hjálp og vegleiðing. Hetta tiltakið hevur roynst væl. Vit í Vinstri-grøna flokkinum hava lagt fleiri uppskot fram á ting um ábøtur eitt nú viðvíkjandi móttøku og málundirvísing. Vit hava eisini mælt til, at fólk, sum kemur til landið við ávísari útbúgving (t.d. sum handverkarar, maskinmeistarar el. a.) kann taka sonevnt javngildisprógv og fáa útbúgving sína metna. Sum nú er vera útlendskar útbúgvingar oftani als ikki góðtiknar.
ES og Ísland
Frá útlendingum til ES-spurningin. Eru tit heilt ímóti at taka upp samráðingar við ES um íslendskan limaskap?
- Vit halda ikki at tíðin er búgvin at fara undir slíkar samráðingar. Evropa-nevndin, sum forsætisráðharrin setti í 2004 og eg sjálv sæt í, læt eina frágreiðing úr hondum herfyri. Í nevndini komu vit til ta niðurstøðu, at íslendingar høvdu nógvar, enn ónýttar møguleikar at økja um samskifti við og røkja síni áhugamál betur í mun til ES, uttan endiliga at noyðast uppí samveldið. Um ES-málið er semja millum okkum í Vinstri-grøna flokkinum og Sjálfstæðisflokkinn. Helst einasta mál, sum vit hava funnið fulla semju um við tann flokkin. Einasti flokkur, ið bartút segði, at hann er fyri íslendskum ES-limaskapi er Samfylkingin. Hinir báðir flokkarnir, Framsóknarflokkurinn og Frjálslyndi flokkurinn, drógu eitt sindur á bæði, hildu tað ikki vera ráðiligt fara upp í sum er, men vildu líkasum hava hetta opið.
Hvørjar eru høvuðsgrundgevingar hjá tykkum fyri at vera ímóti ES-limaskapi?
- Tær eru tvíbýttar. Øðrumegin er tað Evropasamaveldið per se, ivin um hvussu væl samveldið í royndum virkar fólkaræðisliga. Ávirkan okkara, gjørdist Ísland limur, hevði verið fimm tingmenn í einum tingi við sjeyhundrað limum. Hóast vit høvdu samstarvað við onnur norðurlond í politiskum bólkum, so hevði ávirkan okkara verður lítil sum eingin fólkaræðisliga. Bygnaðurin í samveldinum er heldur ikki serliga demokratiskur.
Við øðrum tann partvísi fullveldismissurin, sum limaskapur hevði havt við sær, vigar ikki uppímóti fyrimununum?
- Nei. Men vil ein meiriluti hinvegin lata fullveldi frá sær til Brússel, so er tað sum so í lagi, men fyrr enn ikki noyðast fólk at gera sær greitt, hvat tað merkir at lata fullveldi av hendi. Harafturat er heldur ikki komið rættiliga í ljós enn, hvørjar partar samveldið fer at taka fyri seg í framtíðini. Stjórnarskipanin, sum var feld fyri smáum tveimum árum síðani, legði upp til eitt nógv tættari samband millum londini enn tað, sum nú er, og hevði uttan iva gjørt samveldið líkari einum ríki enn einum felagskapi av ríkjum. Og hatta er ein gongd, sum ikki hugar okkum.
Tú segði grundgevingar verða í tveimum. Hvørjar eru hinar?
- Tær víkja fyrst og fremst at fiskivinnuni. Nógv kjak hevur verið um fiskivinnuna í sambandi við ES-spurningin. Men greitt er í fyrsta lagi, at gjørdist Ísland limur, høvdu íslendingar noyðst at fylgt felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Í øðrum lagi er eingin trygd fyri, at íslendingar høvdu sloppið at veitt einsamallir í íslendskum sjógvi. Tað stendur til ES-nevndina at áseta kvotur í hvørjum føri. Íslendingar hava eyðvitað søgulig rættindi og høvdu tískil kanska fingið bróðurpartin av kvotunum við Ísland. Men kortini. Í triðja lagi eru tað hesir stovnarnir, sum ferðast ímillum, svartkjaftur t.d., og har høvdu vit, viðvíkjandi teimum stovnunum, verið bundin á bás av felags fiskivinnupolitikkinum bæði so og so.
Harafturat koma so aðrar avmarkingar, eitt nú tann at vit ikki longur høvdu kunnað gjørt fríhandilssáttmálar við onnur lond eins og teir, ið vit nú hava gjørt við Kina og USA og onnur lond.
Men tá ið tú sigur, at tíðin ikki er búgvin nú til at taka upp samráðingar um ES-limaskap, liggur so í tí, at flokkur tykkara ikki útihýsir heilt, at ES-limaskapur kann vera ein møguleiki í framtíðini?
- Tað ber sjálvandi ikki til at útihýsa tí heldur enn øðrum fyri alla framtíð. Einki bendir hinvegin á, at nakað víðari hendir í hasum spurninginum í komandi valskeiði. ES hevur heldur ikki verið nógv frammi í orðaskiftinum, síðani valstríðið byrjaði. Sjálv havi eg eisini ansað eftir, at áhugin fyri evninum er lítil sum eingin millum fólk. Á almennum fundum verður so at siga ikki spurt um ES. Vanlig fólk hugsa fyrst og fremst um vælferðina og gerandiskor síni. Og stúra annars fyri umhvørvi og náttúru.