Danir eiga at minniast Grønland, tá Danmark sum limur í NATO ger samstarvsavtalu við Russland um ein rakettverjuskjøldur. Tað sigur grønlendski fólkatingsmaðurin Lars Emil Johansen.
Hann heldur, at avtalan kann hava týdning fyri støðina í Thule, og tí hevur hann nú spurt Lene Espersen, uttanríkiaráðharra, hvørjar avleiðingar tann nýggja avtalan millum NATO og Russland fær fyri Grønland og Thule Air Base, sum longu er ein partur av einari rakettverju.
Lars Emil Johansen vísir á, at eftir sum grønlendingar leggja lendi til eina verjuskipan, eiga teir eisini at verða kunnaðir um, hvørjar avleiðingar møguligar broytingar hava við sær.
-Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit skulu luttaka. Danmark leggur ikki lendi til rakettverjuna, sum landið ger avtalu um. Tað ger Grønland, sigur Lars Emil Johansen.