Í gjáramorgunin noyddist løgreglan í Nuuk út á havnalagið, har nakrar tómar bingjur vóru koppaðar av ringa veðrinum.
- Bingjurnar vóru til bága fyri ferðsluna á nærliggjandi almennum vegi, og tí noyddust vit at byrgja økið av, sigur Carl Sværd, vaktleiðari hjá løgregluni í Nuuk.
Tað tók tó ikki langa tíð, til økið kundi latast upp aftur, tá havnaarbeiðarar høvdu fingið skil á bingjurnar aftur.
Ringa veðrið í Grønlandi førdi eisini til, at fleiri avlýsingar vóru í flogferðsluni í Grønlandi, eins og bussar og ruskinnsavnan vórðu rakt.
Tað skrivar grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag