Grønlendska manslandsliðið í hondbólti, sum hevur Inga Olsen, sum hjálparvenjara var út fyri tí svartastu óhepni, tá liðið skuldi vinna seg í hálvfinaluna í tí panamerikanska meistaraskapinum.
Grønland hevði vunnið á veikaru liðunum í bólki A, Kanada, Meksiko og Guatamala, og vann eisini sensjasjónelt 25-23 á sterku vertstjóðini, Argentina. Grønland tapti 29-37 ímóti Chile.
Grønlendingar høvdu góðar vónir til, at Chile kundi koppa Argentina, men tað eydnaðist ikki. Argentina vann ein tepran 22-21 sigur í evstu løtu, og kom uppá sama stigatal, sum Chile og Grønland, sum øll hava átta stig. Tíverri hava grønlendingar ta ringastu málúrtøkuna av hesum trimum liðunum, og mugu tí noyðast at spæla um fimta plássið. Sigursmálið hjá Argentina fall, tá bert 10 sekund vóru eftir av dystinum.
Grønland spælir ímóti USA leygardagin, og spælir dyst um antin fimta ella sjeynda plássið sunnudagin.
Ingi Olsen sat saman við øllum tí grønlendska hópinum á gistingarhúsinum og hugdi eftir dystinum millum Argentina og Chile, men tíverri bleiv ikki talan um eina gleðisstund fyri Grønland við dystarlok. Á myndini sæst løtan, tá hálvfinaluplássið hjá Grønlandi var rokið. Ingi Olsen sæst fremst til høgru á myndini.