Í løtuni arbeiðir Radikali Vinstraflokkurin í Danmark við uppskoti at broyta donsku verjuna.
Eftir hesum uppskoti skal Danmark bert hava eina herdeild, sum skal átaka sær einstakar altjóða uppgávur, umframt eina danska tjóðarherdeild. M.a. verður skotið upp at føroyingar og grønlendingar skulu gera herskyldu.
Sagt verður, at um verjuskyldan skal varðveitast, skulu grønlendskir og føroyskir ungdómur gera herskyldu á jøvnum føti við danir.
Verður verjuskyldan avtikin, skulu ungfólk í øllum pørtum av ríkisfelagskapinum eggjast til at útbúgva seg og virka sum yrkislærdir hermenn.
Tað heldur uttanríkispolitiska nevndin hjá Radikala Vinstraflokkinum.
Partur av samráðingaruppskotinum
6. februar skal uppskotið leggjast fram til viðgerð í aðalstjórnini í flokkinum, og skal síðani vera partur av samráðingaruppskotinum um broyting í donsku verjuni, sum byrjar í mars mánaða í ár.
? Frítøka fyri at gera herskyldu stavar frá kolonitíðini, har myndugleikarnir ikki tordu at geva heimafólkinum skotvápn, tí teir vóru bangnir fyri at tey fóru at vend móti teimum ráðandi.
Tá vit nú eru nærri javnstøðu í ríkisfelagsskapinum, mugu øll londini luttaka í verjuni, sigur Thorkild Møller, nevndarformaður í uttanríkisnevndini hjá Radikala Vinstraflokkinum.
Motzfeldt: - Í lagi
Í Berlingske Tidende í gjár, sigur Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður í Grønlandi, í viðmerking til uppskotið hjá Radikala Vinstra flokkinum, at hann persónliga er positivt fyri uppskotinum:
? Hetta samsvarar við mína áskoðan, at vit lata arbeiðsmegi til verjuna at ráða yvir. Tankin tiltalar meg, og eg havi eisini verið herprestur í Grønlands Kommando. Har hitti eg nógvar grønlendingar, sum sjálvbodnir gjørdu herskyldu á verjuskipunum. Teir gjørdu megnararbeiði, sigur Jonathan Motzfeldt.
Sosialurin spurdi Høgna Hoydal, landsstýrismann í sjálvstýrismálum um viðmerking til Radikala uppskotið:
Hoydal: ? Púra burtur við
? Tað er púra burturvið at fara at tosa um at føroyingar skulu verja danska markið, nú vit í Føroyum arbeiða við fullveldisætlanini.
? Er ein partur av sjálvstýrinum ikki eisini, at vit skulu verja okkum sjálv?
? Tað eru fleiri smátjóðir sum ikki hava hermegi, og tað hevur t.d. Ísland heldur ikki, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur tað næstan vera skemt at føroyingar skulu gera herskyldu, eisini tí tað als ikki er partur av okkara mentan.
Verja uttan hermegi
? Vit fara at finna loysnir at verja føroyskt øki, men tað verður ikki við hermegi, sigur Høgni Hoydal sum vendir spurninginum við:
? Nær hava danir vart okkum? Teir kundu gjørt tað undir seinna heimsbardaga, tá bretar hertóku Føroyar, men tá gjørdu danir einki.
? Annars fyriliggur ein løgtingsamtykt, sum vísir til Nato støðina, at hon ikki skuldi vera har, tí hon gjørdi Føroyar til bumbumál, sigur Høgni Hoydal sum heldur, at danska uppskotið hjá Radikala Vinstraflokkinum er løgið.