Tað hann førir fram, er at grønlendska sjálvstýrislógin og serliga ásetingin um, at Grønland sjálvt skal eiga sína undirgrund, ber við sær at Danmark er fyri stórum missi.
Hetta er fullkomuliga burturvið!
Danmark er ein partur av tí framkomna heiminum, har ein grundleggjandi áseting er, at ognarrætturin er friðhalgaður. Brýtur nakar hesa reglu, hevur tað álvarsligar avleiðingar.
Tá Krogsgaard nú førir fram, at tað er Danmark, sum er rætti eigarin av grønlendsku undirgrundini, so má hann eins væl og Anker Jørgensen vera førur fyri at greiða frá, nær ið Danmark er vorðin eigari av hesari undirgrund.
Hesa frágreiðing hava vit ongantíð sæð, og sum kunnugt hava danskar stjórnir síðan Anker Jørgensen stýrdi slept hesum uppáhaldi. Men tíverri hava stjórnirnar ongantíð givið nakra veruliga frágreiðing um, hví tær eru komnar á eina rættari leið, og tí ber tað til hjá Jútlandspostinum og Krogsgaard at halda fram við síni villleiðing av almenninginum.
Ein og hvør við einum lítlum veti av kunnleika til søgugongdina veit jú, at Grønland ikki altíð hevur verið saman við Danmark. Tann sum ivast í hesum veruleika, kann fara á bókasavnið og lesa tann dóm, sum 5. apríl 1933 varð sagdur í altjóðadómstólinum í Haag. Har segði ein meiriluti, at Grønland fram til 14 januar 1814 hevði verið ein partur av kongsríkinum Noreg. Ein av tí meiriluta, sum hetta segði, var tann dómari, sum danska stjórnin hevði útnevnt fyri at verja sína søk.
Noreg – og sostatt Grønland – vóru á ongan hátt ein partur av Danmarkar ríki um hetta mundið. Viðurskiftini millum kongsríkið Noreg og kongsríkið Danmørk vóru ásett við tí altjóða sáttmála, sum varð gjørdur teirra millum í Bjørgvin tann 29. august 1450. Har varð ásett, at borgararnir í hvørjum ríki sær skuldu stýra sínum egnu viðurskiftum. Tí var púra óneyðugt at siga at teir eisini skuldu avgera hvussu undirgrundin skuldi nýtast! Sáttmálin ásetti eisini, at ríkini skuldu hava kong í felag, og hann skuldu tey bæði velja. Tey skuldu eisini í felag taka avgerðir um frið og kríggj.
Tann 14. januar 1814 minkaði Norges ríki, men framvegis vóru Grønland, Føroyar og Ísland sáttmálapartur við Danmørk undir 1450-sáttmálanum við somu treytum sum higartil.
Fyri samveldisstjórnina hevur tað ikki gingið serliga væl at hildið sáttmálan, sum hon hevur verið bundin av. Sáttmálin er tó ikki uppsagdur, og tað, sum nú er hent Grønlandi viðvíkjandi, vísir, at trongskygd donsk nationalisma dvínur fyri veruleikanum.
Hetta er at fegnast um, men hví ikki halda fram eftir somu kós?
Tey álvarsamastu brotini, sum eru framd móti ásetingunum í bjørgvinarsáttmálanum, eru av økonomiskum slag. Tá sáttmálin ásetur, at hvør partur skal stýra sínum egnu viðurskiftum, er tað ólógligt, at annar parturin skal flyta pengar til hin partin. Tað var tí brot á sáttmálan, at Føroyar til 1877 og Grønland til 1950 fluttu pengar til Danmarkar, og somuleiðis er tað ólógligt, at Danmørk nú flytir pengar til Føroya og Grønlands.
Tá tað ikki eru borgararnir í einum stati, sum sjálvir gjalda tær almennu útreiðslurnar, hvussu kann nakar so halda, at teir sjálvir ráða yvir egnum viðurskiftum, so sum teir skulu sambært sáttmálan?
Tað eru munandi upphæddir, sum Danmørk stuðlar teir føroysku og grønlendsku skattgjaldararnar við. Verður alt tikið við, er stuðulin til Føroya um eina milliard og tann til Grønlands um tríggjar milliardir – um árið! Hetta verður goldið hóast danski staturin hevur ilt við at halda tær skyldur, sum hann hevur átikið sær mótvegis sínum egnu borgarum, sum tey ið kenna nakað til viðurskiftini á ríkissjúkrahúsinum kunnu vitna um.
Almenna grundgevingin fyri at flyta pening til hin sáttmálapartin er tann, at har er slík fátækt, at tey, sum har búgva, liðu hungur og hall, um tey ikki fingu pengar uttanifrá. Heilt uttan fyrilit atkvøða allir fólkatingsmenn fyri hesari játtan uttan yvirhøvur at kanna eftir, um nakað er í hesum uppáhaldi.
Men tað er tað ikki!
Teir pengar, sum danskir skattgjaldarar verða noyddir til at gjalda til Føroya og Grønlands, hjálpa ikki teimum fátæku í hesum ríki. Pengarnir hjálpa heldur ikki samfelagnum, tí teir gera almiklan skaða, og tað er nakað, sum ein og hvør, sum hevur eitt lítið vet av kunnleika til økonomisk viðurskifti og altjóða samskifti kann vátta.
Tí hvussu vóru viðurskiftini, áðrenn danska tjóðin av sínum óhygnu stjórnmálamonnum varð áløgd hesa byrðu?
Tá vóru tað útflutningsinntøkurnar, sum guldu fyri útreiðslurnar av innflutninginum. Um so var at tað var hall eitt ár, so var neyðugt at gera tiltøk fyri at vaksa um útflutningin ella minka um innflutningin. Var hin vegin avlop, so bar til at taka sær av løttum, við tí úrsliti, at avlopið minkaði og at enda hvarv. Hetta var tann gongdin, sum David Hume greiddi frá í 1752, og sum allir skilagóðir økonomar síðani hava tikið undir við.
Men so kom danski staturin við pengum. Nú lá væl fyri at taka sær av løttum. Pengarnir komu til teir sum stýrdu, og hesir stjórnmálamenn kundu gjara út uttan at misnøgdir skattgjaldarar áløgdu teimum at brúka pengarnar við skili.
Úrslitið hevur eisini verið heilt eftir bókini. Framleidnið í vinnulívinum hevur verið lítið, og fleiri pengar, ið komnir eru út Danmørk, verri hevur gingist.
Tað rætta at gera fyri donsku fólkatingsmenninar er tí, tá ið teir nú skulu fara undir at gera nýggja fíggarlóg fyri 2010, at nýta høvi til at seta veitingarnar til Føroya og Grønlands niður á 0 kr.
Tað er greitt, at teir føroysku og grønlendsku stjórnmálamenninir, sum higartil hava livað í pannukøkuhúsunum, sum donsku skattgjaldararnir hava goldið, fara at verða misnøgdir. Men tað hava teir onga orsøk til at verða. Veitingarnar, teir higartil hava fingið, eru ólógligar av tí at tær eru í stríð við tann sambandssáttmála sum danir eins væl og vit liva undir, og harumframt eru tær hvønn dag oyðileggjandi fyri økonomiska lívið bæði í Føroyum og í Grønlandi.
Tað er eitt rímiligt krav til stjórnmálamenn, at teir í virki sínum virða lógir og reglur, og at teir royna at hava vanligt fíggjarskil. Hetta er eisini galdandi fyri føroyskar og grønlendskar stjórnmálamenn. Tí mugu egináhugamál teirra dvína fyri tí sum er rætt.
At hetta stig ikki verður tikið av danska fólkatinginum er tað veruliga brotsverkið í hesum viðurskiftum. Men tað sigur hvørki Jútlandsposturin ella Ole T. Krogsgaard nakað um.