Grønlendski útflutningurin minkar

Grønlendski handilsjavnin hevði 65 milliónir krónur størri hall í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í somu mánaðum í fjør. Tølini hjá hagstovuni í Nuuk vísa, at útflutningurin var 93 milliónir krónur minni, og at tað vóru serliga rækjurnar og svartkalvin, sum sviku. Hinvegin vaks útflutningsvirðið á toski eitt vet.

Í samfelagsbúskaparligum høpi er tað jaligt, at grønlendingar hava eisini innflutt minni í ár enn í fjør. Munurin er 25 milliónir krónur.

Hagstovan í Nuuk sigur, at samanlagt innfluttu grønlendingar vørur og tænastur fyri 694 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi, meðan teir útfluttu fyri 419 milliónir. handilsjavnahallið var sostatt 265 milliónir krónur, skrivar KNR.