Grannakríggj í Vági

Upptakt: FC Suðuroy fær í dag vitjan av TB

Í suðri verður satt fótbóltskríggj, tá grannarnir og arvafíggindarnir úr FC Suðuroy og TB bresta saman. TB hevur mest sum vunnið seg leyst av øllum niðurflytingarprátið, meðan FC Suðuroy verður elt av AB.

 

Í fjør fluttu bæði TB og FC Suðuroy upp í Effo-deildina. Bæði liðini hava higartil prógvað, at tey hvør í sínum lag kunnu bjóða hinum liðnum í bestu deildini av.

 

 Serliga TB fekk eina frálíka byrjan. Eina løtu var evropa fótbóltur ikki bara ein fjarur dreymur í Trongisvági., men gongdin seinastu dystirnar hevur ikki livað upp til tað. Patrik Johannesen hevur leikbann.

 

 Í Vági gekk illa fyrstu umførini, men FC Suðuroy hevur síðani vunnið seg røttu megin niðurflytingarstrikuna. Somuleiðis tykist liðið hava funnið eina javnvág, sum ger at teir eru kappingarførir at kalla allar dystirnar.

 

Vesturi á Eiðinum hava tey havt stóra gleði av teimum trimum útlendingunum, Mamuka Toronjadze og Valerian Iobahvili úr Georgia, og Christian Ibeagha úr Nigeria. Tíverri fyri FC Suðuroy, so hevur siðst nevndi leikbann. Tað merkir at broytingar mugu gerast í miðverjuni.

 

Dysturin byrjar klokkan 15 og dómari verður Rúni Gaardbo.