Fótbóltur
Hóast Formula-deildin bert er tvey umfør gomul, so hava B36 og – serliga – HB prógvað, at tey aftur í ár skulu roknast millum top-kandidatarnar.
Í HB hava tey kanska roynt at geara vónirnar nakað niður við útsagnum um, at liðið enn ikki hevur havt nakra veruliga styrkisroynd, og í so máta er talan í kvøld um tí fyrstu av slagnum.
Og í øllum førum skal hópurin prógva, at teir eru nóg breiðir til at bera nakað av fráveru. Hjá oddaliðnum eru hvørki Rógvi Poulsen ella Páll Mohr Joensen tøkir, tí teir eru skaddir. Ólavur S. í Ólavsstovu hevur eisini drigist við skaða, men hann var á beinkinum seinast, og so er spurningurin, um hann fær nakran leiklut í dystinum.
Bíða eftir áleyparanum
Hjá B36 er Ingi Højsted enn ikki tøkur, eftir at hann varð skaddur í fjórðingsfinaluni móti 07 Vestur. Og ivamál er eisini um Odmar Færø, sum noyddist av vøllinum við einum skaða, tá B36 um vikuskiftið spældi móti NSÍ.
B36 hevur í nakrar vikur bíðað eftir, at arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá nýggja nigerianska áleyparanum, Patrick Sunday Okoro, kemur í rættlag. Tá vit frættu úr B36 í morgun var hetta enn ikki komið í rættlag, og tí er líkt til, at tað ikki verður fyrr enn um vikuskiftið, at nýggi spælarin kann spæla fyrsta dystin fyri B36.