Grannauppgerðin verður í skugganum

Kommunuuppgerðin á Skála í kvøld snýr seg um at sleppa úr vandanum at flyta niður

Fyrsti dystur í 12. umfari í bestu fótbóltsdeildini verður í kvøld á Skála, har Petur Reinert fer at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 18.

 

Sunnudagin endaði tað 1-1, tá ið Skála hevði vitjan av HB. Tá kendu skálamenn seg hava marginalirnar á sínari síðu. Á Skála bíða tey framvegis eftir fyrsta sigrinum. Teir hava fleiri ferðir kent tað soleiðis, at marginalirnir eru koppaðir ímóti teimum.

 

Ein av dystunum, sum teir kenna, at teir høvdu betri uppiborið í, var, tá ið NSÍ átti heimavøll ímóti Skála fyri einum mánað síðani.

 

Tá tapti Skála 2-1, og tað vóru tað tvær orsøkir til. Onnur var, at skálamenn ikki megnaðu at vinna úrtøku úr mongu møguleikunum. Einasta málið skoraði Jan Ingason Hansen við brotssparki tveir minuttir eftir steðgin.

 

Hin orsøkin var tann, at Klæmint A. Olsen skoraði tvey mál. Serliga tað seinna, sum hann skoraði úr 45 metrum, var av tí slagnum, sum tað eru fáir ella kanska eingir aðrir enn Klæmint, sum eru førir fyri at skora.

 

Hjá Skála er tað smeitur, at framrættaði Andreas Egeberg Jacobsen er darvaður av vøddaskaða. Tað er lítið sannlíkt, at hann verður við í kvøld. Miðvallarin Ari Ó. Ellingsgaard er tøkur aftur. Karl Martin Johansen er skaddur, og tað er ivasamt, um Dávid Johansen er førur fyri at spæla.

 

Hjá NSÍ var tað stórt vónbrot sunnukvøldið at tapa 4-1 á heimavølli ímóti AB. Aron Knudsen hevur í nógvar vikur verið skaddur í lærkrikanum. Sunnukvøldið var tað smeitur, at Betuel Hansen ikki var førur fyri at koma á vøllin eftir steðgin.

 

Skála – NSÍ: Petur Reinert kl. 18.00.