Gransking uttan eftirlit

Páll Poulsen


Í øllum heiminum verður granskað. Sagt verður, at vitan er vald. Í anglo-saksiska heiminum eru eftirlitisskipanir, sum beinleiðis testa støðið. Ein Ph. D í USA merkir í veruleikanum at persónurin hevur tann førleikan, sum stendur í próvskjølunum.
Hesir persónar hava verið ígjøgnum eina sanna eftirlitis hvirlu, sum eisini er trygdin fyri at tað sum stendur í pappírunum passar.
Nivelleringin í donsku skúlaskipanini byrjaði longu í sekstiárunum og hevur drigið føroyingar niður síðani tíðliga í áttatiárunum. Man bygdi bara skúlar uttan eftirlit.
Fyri at koma burturúr hesi hundaøði royndu danir seg við at tekkjast anglikansku Ph. D. skipanini, samstundis sum nivelleringin helt áfram.
Á Fróðskaparsetrinum eru "Drekkivanar fyrr og nú" 1994, "Fylking" 1997, "Hin føroyski Róðrarbátur-in" 2001 og "Lossingarmenn í Havn" 2003, mál-andi dømi um eina almenna investering í nivellering, sum ongan enda tykist at hava. T.e. tann sosiala skip-anin stemplar seg sjálva sum vísindaliga.
At Ph. D. lesandi í Føroyum eru 25 ár eldri enn tey í Bretlandi og USA kemur av at skipanin ikki riggar. Hesi fólk hoyra heldur ikki heima í einari skúlaskipan, um hendan skal takast í álvara.
Trupulleikin er enn einaferð integritetur. Tann sjálvsútnevndi "granskar-in" dugir ikki at skilja ímillum eitt sosialt lív og tað at granska.
Tískil fáa vit hesar merkiligu konstellatiónirnar har vaksnir menn standa og lova Niels Finsen uppí teirra sosiala klubba. Teir standa og samanlíkna seg sjálvar við eitt heimsmenni, tí teir ikki klára at flyta seg sjálvar frá tí sosiala støðinum.
Tá ið atgongdin til almennar kassar, via vinir og kenningar og Jóannes Dalsgaard er óendalig, so sigur tað seg sjálvt, at teir eru úti at koyra.
Maktin er vitstolin og gongur í blindi og trýstir á "rename" knøttin. Aha, "Universitetshospital". Hví ikki "Universitets-pylsuvogn". Ella Universitets-skipasmiðju, halda tit at Poul Mohr hevði latið tykkum 90 milliónir uttan úrslit?
Bert eitt er víst í hesum høpi, tað er at eingi úrslit fara at spyrjast burturúr, tað hevur Jóannes Dalsgaard longu syrgt fyri.
Sannleikin er sum kunnugt sosialt treytaður, men máti skal vera við.