Granskarasetrið er nú við at verða til reiðar at taka ímóti teimum fyrstu granskarunum. Hølini í bygninginum hjá Vinnuframa á Smyrilsvegi eru mestsum klár, og mánadagin verður farið undir at seta innbúgvið upp.
Fyribils hevur bert Fiskaaling gjørt leigusáttmála við felagið iNOVA, ið rekur Granskarasetrið. Fiskaaling flytir alt sítt granskingarvirksemi frá starvsstovuni við Áir til Havnar. Tveir ph.d.-granskarar á Fiskaaling hava longu bílagt sær skrivstovur á nýggja Granskarasetrinum.
Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið eru í holt við at orða sáttmála við iNOVA, men enn er ikki endaliga greitt, hvat virksemi talan verðurum.
Fleiri aðrir granskingarstovnar í Føroyum og í Danmark hava eisini víst áhuga fyri at vera við.
- Vit hava enn fleiri fuglar á takinum enn í hondini. Men Granskarasetrið hevur longu havt við sær, at samstarvið millum granskingarstovnar er vorðið betri, tí stovnarnir hava verið saman um at innrætta setrið, og fleiri stovnareru nú farnir at orða granskingarverkætlanir saman, sum skulu staðsetast í Granskarasetrinum, sigur Sjúrður Johansen, samskipari hjá Vinnuframa.
Arbeiðið at umbyggja hølini á Smyrilsvegi, sum Rúsan hevur húsast í, til granskarasetur hevur gingið væl. Hølini, ið eru ætlað til gransking innan DNA, evnafrøði og biotøkni, eru heilt liðug, og handverkararnir eru nú við at leggja seinastu hond á vátrúmið og køkin, ið skal brúkasttil gransking í matvørum.